Sum vit skrivaðu í gjár, halda prísirnir í Føroyum fram at hækka. Men príshækkingarnar eru sámuligari nú enn tær hava verið, tí hetta síðsta árið eru prísirnir hækkaðir 0,7 prosent í miðal. Annars eru prísirnir hækkaðir 20 prosent hesi seinastu fimm árini.
Men hóast hetta er ein hækking hetta seinasta árið, eru vit kortini sloppin rættiliga væl aftur ímóti øðrum londum.
Eitt uppgerð frá hagstovuni vísr, at í hinum norðurlondum, og í Evropa annars, eru prísirnir hækkaðir meiri enn í teir eru í Føroyum hetta seinasta árið - og nógva staðni eisini væl meiri - sí talvuna niðan fyri
Av hinum londum, er prísvøksturin í Finnlandi ein tann lægsti, tí hann hevur verið 1,5 prosent hetta seinasta árið.
Prísvøksturin í Danmark hevur verið tvey prosent. Í Noregi er prísvøksturin 2,7 prosent og prísirnir eru hækkaðir mest í Íslandi, tí har eru teir hækkaðir 3,4 prosent hetta seinasta árið.
Í hesi samanberingini skal leggjast upp fyri, at tá ið prísbroytingarnar eru gjørdar upp fyri ES-londini, er húsaleiga ikki eru við.
Og nettupp húsaleigan er nógv hækkað í Føroym, tí nú er tað yvir 11 prosent dýrari at leiga ein bústað enn tað var fyri bara einum ári síðani.