Verður roykt í elektroniskum sigarettum
Pinaca er eitt slag av tilevnaðum (syntetiskum) rúsevni. Vandin fyri eitran er sera stórur, og hóast rúsandi virknaðurin av Pinaca sigst at minna um hassji gevur, er nýggja evnið nakrar hundrað ferðir sterkari enn THC.
Í umrødda málinum var talan um 7,2 litur av Pinaca. og tað er gjørt til at roykja í elektroniskum sigarettum.
Pinaca er sera sterkt, og bert fáir guvar kunnu vera lívshættisligir. Vandin fyri eitran av sterka evninum er sera stórur og fleiri dømi eru um fólk, sum eru endaði í koma av Pinaca. Nýggja evnið hevur eisini verið orsøk til, ella ein orsøk til, fleiri andlát í útlondum.
Løgreglan heitir tí á øll um at vera serstakliga ansin, um tey fáa bjóðað guv av elektroniskari sigarett. Tað kann vera ringt at vita við vissu, hvat evni er í sigarettini, sigur løgreglan