NSÍ skrivar soleiðis:
Pól Thorsteinsson hevur játtað seg til at vera hjálparvenjara hjá NSÍ kappingarárið 2026.
Pól er alt annað enn eitt ókent navn her um leiðir. Fryntligi vágbingurin leikti við NSÍ í 2002, 2006 og 2007. Hann átti ein stóran leiklut í, at NSÍ vann FM í 2007. Tilsamans hevur Pól spælt 67 dystir fyri NSÍ.
Í 2023 tók Pól við sum høvuðsvenjari hjá FC Suðuroy, tá ið felagið byrjaði heilt av nýggjum í 2. deild. Hetta árið vann FC Suðuroy deildina og flutti harvið upp í 1. deild. Her gekk eitt sindur betur enn flest væntaðu, tí tá kappingarárið 2024 var lokið, lá FC Suðuroy á einum 2. plássið og flutti harvið beinleiðis upp í Betri deildina. Júst lokna kappingarár í Betri deildini var sera spennandi fyri Pól og FC Suðuroy, men liðið megnaði akkurát ikki at bjarga sær luttøku í Betri deildini í kappingarárinum 2026.
Pól hevur nú valt at koma norðureftir at royna seg, og vit í NSÍ ynskja honum hjartaliga vælkomnan í felagið aftur. Hesuferð sum partur av venjaratoyminum.