Trump skrivaði mánakvøldið danska tíð á sínum sosiala miðli, Truth Social, at Leo pávi er veikur viðvíkjandi brotsverkum og ørkymlandi viðvíkjandi uttanríkispolitikki, eftir at hann kritiseraði stríðið hjá forsetanum móti Iran. Trump hevur eisini sagt at hann iikkier ein fjeppari av pávanum.
Leo pávi letur seg tó ikki kúga, og svarar Trump aftur:
-Eg fari framhaldandi at tala ímóti kríggi og arbeiða fyri friði, fyri samrøðu og fyri margháttligum viðurskiftum millum lond í leitinum eftir rættvísum loysnum á trupulleikum.
Ov nógv fólk líða í heiminum í dag. Ov nógv ósek fólk verða dripin. Og eg trúgvi, at onkur noyðist at reisa seg og siga, at tað er ein betri máti, sigur Leo pávi.