Ongi úrslit

Opið ella ikki opið?

Hormuz-sundið er fullkomiliga stongt.

Jóhanna Højgaard
1 tími síðan

Í løtuni er fullkomin ørkymlan um, hvat hendir í Hormuz-sundinum.

– Iran hevur lovað at lata sundið upp, segði amerikanski varaforsetin, J. D. Vance við miðlar í kvøld.

Men bert fáar minuttir seinni boðaði iranska kringvarpið frá, at Hormuz-sundið er fullkomiliga stongt.

Allan mikudagin hevur verið ivi um, hvat í roynd og veru hendir, á einum av heimsins týdningarmestu økjum fyri oljuútflutning.

Seinnapartin mikudagin skrivar BBC, at skip í Hormuz-sundinum hava fingið hesi boð:

-Ávaring til øll skip í Persaflógvanum og Omanhavinum. Hetta er sjóstøðin hjá IRGC (Red: Islamic Revolutionary Guard Corps)

Hormuzsundið er framvegis stongt fyri allari ferðslu, og tit hevur brúk fyri loyvi frá IRGC, áðrenn tit sigla gjøgnum sundið. Eitt og hvørt skip, sum roynir at fara framvið uttan loyvi, verður oyðilagt.

Iranskir ​​miðlar skriva eisini, at oljutangaskip sum ætlaðu at fara avstað, hava lagt stilt aftur, eftir ávaringina frá IRGC.

Mest lisið hesa vikuna

At vera prestur og samkyndur í Føroyum

2. apríl kl. 11:02

Smyril sleppur ongan veg - fult skip av ferðafólki og bilum

4. apríl kl. 08:41

Løgreglan stongdi skeinkistað í Havn tí har var ov lítið skil í

5. apríl kl. 09:39

Tað er nakað heilt, heilt galið í føroysku skattaskipanini

Í gjár kl. 09:49

Nú er semja um alt og sostatt hava vit fingið nýggja samgongu

15 tímar síðan

Fer illa við manni sínum

2. apríl kl. 18:12