Ongi úrslit

Ongar ætlanir um álop á Europa

Vit hava als ikki brúk fyri tí

Jóhanna Højgaard
8. februar kl. 19:04

Russland hevur ongar ætlanir um at leypa á Evropa, sigur russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, við russisku almennu tíðindastovuna RIA Novosti í dag.

-Vit fremja eitt serligt hernaðarligt átak í Ukraina. Vit hava ongar ætlanir um at leypa á Evropa. Vit hava als ikki brúk fyri tí, segði hann.

Tó er eitt fyrivarni:

- Um Evropa fremur álop á Russland, so fer Russland at svara aftur við einum fullum hernaðarligum svari, við at brúka øll tøk amboð, sigur Lavrov.

Mest lisið hesa vikuna

Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu

15. mars kl. 11:45

Somu fólk elvdu til ófrið tvær ferðir - og slóu løgreglufólk

14. mars kl. 09:13

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

12. mars kl. 14:46

Ringar at skjóta niður

11. mars kl. 20:30

Ann Thomsen 60 ár

14. mars kl. 10:46

Fólkafloksmaður viðgongur: Skeivt at forskatta pensjónirnar

16 tímar síðan