Øll almenn gjøld eiga at hækka so hvørt prísirnir hækka

Landsstýrið fer ar leggja uppskot fyri Løgtingið um at gjaldið úr barsilsskipanini skal hækka automatiskt á hvørjum ári

Tingfundur var í dag, har nøkur mál vórðu løgd fram
Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Øll almenn gjøld, sum fólk fáa, eiga at hækka á hvørjum ári, so hvørt sum prísirnir annars hækka. Tað halda tey í andstøðuni í Løgtinginum.

Fólkaflokkurin hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um, at gjaldið úr Barsilsgrunninum skal hækka sjálvvirkandi so hvørt prísirnir annars hækka.

Tey siga, at tá ið upphæddin stendur í stað, hevur tað við sær, at í roynd og veru lækkar upphæddin so hvørt prísirnir hækka. Avleiðingin av tí er foreldur hava alsamt størri fíggjarligan miss av at fara í barnsburðarfarloyvi.

Tí eigur gjaldið at verða hækkað sjálvvirkandi á hvørjum ári so at tað fylgir við prísvøkstrinum.

Málið hevur verið til viðgerar í Rættarnevndini og har halda tey í andstøðuni í Løgtinginum, at í roynd og veru eiga øll almenn gjøld at hækka sjálvvirkandi so at. tey fylgja við prísvøkstrinum.  

Tey í samgonguni eru ikki heilt ósamd, men tey mæla Løgtinginum frá at samtykkja akkurát hetta uppskotið.

Tey vísa á, at í næstum fer Landsstýrið at leggja uppskot fyri Løgtingið um at gera fleiri broytingar í barsilsskipanini.

Ein partur av hesum verður nettupp, at gjaldið úr barsilsskipanini skal hækka á hvørjum ári so at tað fylgir fyri príshækkingunum.