Kanadiski sangarin og sangskrivarin Neil Young hevur gjørt allan sín tónleik ókeypis fyri allar grønlendingar Tað skrivar hann á heimasíðu síni.
Hetta ger hann eftir tað hann kallar tað órættaða stressið og hóttanirnar sum grønlendingar, sambært Young, hava verið fyri av amerikanska forsetanum, Donald Trump.
- Eg vóni, at mín tónleikur og mínir video kunnu lætta um nakað av tí ósakligu strongd og hóttanum, sum tit uppliva frá okkara ópopuleru og vónandi fyribils stjórn, sigur hann.
Tí letur Neil Young sítt skjalasavn upp á heimasíðuni, soleiðis at øll, sum hava grønlendsku landakotuna í fartelefonnummarinum, kunnu fáa ókeypis atgongd til meira enn fimm áratíggju av tónleiki frá kanadiaranum í eitt ár.
- Tað er mítt inniliga ynski, at tit kunnu njóta allan mín tónleik í hægstu góðskuí tykkara vakra grønlendska heimi. Hetta er eitt tilboð um frið og kærleika, sigur hann.