Í meira enn eitt áratíggju hevur fartelefonin, teldan og sosialir miðlar verið fastur partur av gerandisdegnum hjá okkum flestu.
Men nú eru vit øll so smátt farin at ásanna, at tað, sum skuldi savna okkum, hevur skilt okkum sundur.
– Nú ganga vit heldur við ringari samvitsku og hava kanska ikki amboðini til at broyta tað, siga tey í Betri Trygging.
Og hendan spurningin tekur tryggingin nú upp og í tí sambandi hava tey fingið skíggja-serfrøðingin, Imran Rashid til Føroyar at halda fyrilestur um evni.
Imran Rashid er danskari, hann er lækni og hevur granskað í skíggjanýtslu í meira enn 20 ár, og í fjør gav hann út bókina, Skærmsund.
Við bókini hevur hann sett sær fyri at hjálpa foreldrum at fáa familjulívið í javnvág aftur, siga tey í Betri Trygging.
Fyrilesturin verður á Glasi tann 17. novembur og hann tekur støði í bókini, sum snýr seg um, hvussu familjur fáa eina skynsamari og meiri tilvitaða skíggjanýtslu.
– Bókin er ein vegleiðing við ítøkiligum amboðum til bæði børn og vaksin, sigur Betri Trygging.
Tey siga, at øll kunnu fáa nyttu av at lurta eftir fyrilestrinum, men kanska er hann serliga viðkomandi fyri foreldur, sum føla at tey hava mist tamarhald á støðuni og sum sakna meiri tíð saman við børnunum.
Betri Trygging sigur, at hetta snýr seg ikki um at rita út av øllum sosialum miðlum ella at tveita allar skíggjarnar vekk.
– Hetta snýr seg um at vera meira tilvitandi um, tað ið vit gera, siga tey.
Fyrilesturin er ókeypis, men tað er ráðiligast at melda seg til hjá tryggingini, tí plássið er avmarkað.