Ongi úrslit

Øgiligur vøkstur í skattinum í Fugloy og Húsavík og Skúvoy

Í Fugloy og Skúvoy var vøksturin størri enn 23 prosent, og í Húsavík var hann 27,36 prosent

Jonhard Hammer
Í gjár kl. 23:50

Lutfalsliga størsti vøksturin í kommunuskattinum í 2025, tá ið sammett verður við 2024, var í trimum av smærru kommununum – í Fugloy, Skúvoy og Húsavík. Hetta vóru einastu kommunurnar, har vøksturin var størri enn 20 prosent.

Í Fugloyar kommunu, sum fevnir um Kirkju og Hattarvík, var vøksturin 23,75 prosent, sum var 599.654 krónur. Skattainntøkan hjá Fugloyar kommunu í 2025 var 3.123.527 krónur.

Í Skúvoyar kommunu, sum fevnir um Skúvoy og Dímun, var vøksturin 23,41 prosent ella 373.707 krónur. Skattainntøkan hjá Skúvoyar kommunu var í 2025 1.969.829 krónur.

Húsavíkar kommuna fevnir um Húsavík, Dal og Skarvanes. Har var vøksturin í skattainntøkuni 27,36 prosent, tá ið sammett verður við 2024. Í krónum var vøksturin 1.028.128 krónur. Kommunuskatturin í Húsavíkar kommunu var í 2025 4.785.940 krónur.

Mest lisið hesa vikuna

Skumpaður umkoll av kongaligum lívverja

1. januar kl. 20:51

At verja Føroyar móti islamismuni er ein moralsk skylda

5. januar kl. 20:11

Vil hava at vita um løgmaður vil forða fyri at vit fáa eina mosku í Føroyum

5. januar kl. 00:30

Moské? moské ikke?

2. januar kl. 19:00

Árið, ið fór - í Gasa og Ísrael (fyrri partur)

1. januar kl. 10:06

Hvør skal ráða, um vit ikki skulu hava fólkaræði

4. januar kl. 21:19