Ongi úrslit

Ofta fáa fólk lægri endurgjald enn nevndin hevur ásett

Tá ið vegir og tunlar verða gjørdir, verður neyðugt at taka nakað av lendi - sum er á Hvítanesi í sambandi við Eysturoyartunnilin. Myndin er frá Umhvørvisstovuni
Áki Bertholdsen
Í gjár kl. 15:33

Landsstýrið virðir tær mannagongdir sum eru, tá ið jørð verður tikin frá privatfólki til ymisk endamál.

Tað staðfestir Eiriki í Jákupsstovu, landsstýrismaður í vinnumálum.

Men tað er Jacob Vestergaard, tingmaður fyri Fólkaflokkin, ikki samdur í.

Hann vísir á, at tá ið tað almenna skal hava lendi í samband við útbyggingar, hendir tað seg ofta, at partarnir ikki blíva samdir um prísin. Men tá ber til at ognartaka lendið og tá er tað ein metingarnevnd, sum ásetur endurgjaldið.

Men Jacob Vestergaard sigur, at tað hendir seg oftari og oftari, at Vinnumálaráðið ikki virðir úrslitið, metingarnevndirnar eru komnar til.

– Hetta førir við sær, at tey, sum eiga lendi, mugu fara ta tungu leið gjøgnum rættarskipanina, sigur hann.

Og hann heldur, at tá ið eitt aðalráð ikki virðir niðurstøðurnar hjá eini nevnd sum ráðið sjálvt varðar av, kann spurnartekin setast við, hví vit yvirhøvur hava hesar metingarnevndina.

Tí vil hann hava landsstýrismannin at greiða frá, hvussu alt hetta hongur saman.

Eirikur í Jákupsstovu sigur, at mál um ognartøku byrja við eini samráðing við eigaran endurgjald - og í fleiri førum verður semja gjørd.

Í øðrum førum er tað neyðugt at fáa eina metingarnevnd at meta um virðið á lendinum, sum verður ognartikið.

Er eigarin, ella almenni myndugleikin ikki samd um úrslitið hjá metingarnevndini,

kann málið leggjast fyri eina yvirmetingarnevnd, sum antin staðfestir úrslitið, ella broytir endurgjaldið.

Landið hevur skyldu til at umsita landsins ognir best møguligt. Og tekur Landið ikki undir við metingunum um endurgjald, kann málið verða lagt fyri fyri rættin til støðutakan, sigur Landsstýrismaðurin.

– Í hesum sambandi kann leggjast afturat, at í fleiri førum hevur rættarskipanin vrakað metingarnar frá metingarnevndunum og ásett eitt væl lægri endurgjald, enn metingarnevndirnar hava mett, sigur Eirikur í Jákupsstovu.

Tað er umráðandi at royna at fáa semju við jarðareigarar við samráðing og metingum, áðrenn málið verður latið rættinum at taka støðu til - og tað verður eisini gjørt, sigur landsstýrismaðurin.

Hann sigur, at sostatt er ætlanin ikki at avtaka skipanina við metingarnevndum.

Mest lisið hesa vikuna

Debatindlæg: Svar til Sjúrður Skaale

25. januar kl. 22:00

Tað er óneyðugt at fara uttanlands fyri at uppliva muslimskan ágang

26. januar kl. 10:32

22 milliónir krónur

27. januar kl. 18:21

Dekkar KvF yvir fólkadráp?

24. januar kl. 09:34

Nei til veðurlagslóg - lat okkum ikki gera sama brølara sum Europa

27. januar kl. 10:47

Hevur staðið tómur í nógv ár - og nú skal hann niðurleggjast

14 tímar síðan