Ongi úrslit

Nýtt greiningarrit: Talgilda gjógvin í Føroyum

Føroyar dúva mest sum bara upp á tøkni og ov lítið upp á førleikar hjá fólki, tá ið tað ræður um digitalt mótstøðuføri

setur.fo
27. oktober kl. 17:29

Rógvi Olavsson ph.d.-lesandi á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya, hevur útgivið nýtt greiningarrit, sum m.a. lýsir talgildu gjónna, sum er millum menniskjað og kritiska infrakervið í Føroyum

Føroyar dúva mest sum bara upp á tøkni og ov lítið upp á førleikar hjá fólki, tá ið tað ræður um digitalt mótstøðuføri. Vit gloyma, at oftast er menniskjað veikasti liðurin í talgildu trygdini.

Loysnin er politiskt at leggja nógv størri dent á at læra borgarar í øllum aldri um talgilda infrakervið, hvussu tað hongur saman, og hvussu ein eigur at bera seg at í einum gjøgnumdigitaliseraðum samfelag. Og tað eigur at byrja við yngstu skúlabørnunum.

Hetta er høvuðsniðurstøðan í greiningarritinum Mind the Human! Between Infrastructure and Understanding, sum Rógvi Olavson hevur givið út í samstarvi við Tænketank for Digital Infrastruktur.

 Hóast nettrygd á pappírinum er eitt raðfest øki í Føroyum, er framgongd í førleikamenning torfør at síggja.

Greiningarritið vísir, at skipanin ongantíð er sterkari enn veikasti liðurin, og at veikasti liðurin í dag er menniskjað, sum álopið hjá teldusníkum í Klaksvík í september 2024 er eitt dømi um.

Á pappírinum hava vit fínar strategiir, sum snúgva seg um at menna yvirskipaða førleikan hjá borgarum og serførleikar hjá teimum, sum arbeiða við talgildari trygd. Eitt nú í nettrygdarætlanini hjá landsstýrinum 2024-2026, har serliga sætta og áttanda mál snúgva seg um menniskju, og í støðisnámsætlanini fyri fólkaskúlan, sum leggur dent á talgildisbúgving fyri skúlabørn.

Ein lítil kanning og eftirmeting av gongdini í skúlaverkinum vísir tó, at millum lítið og einki verður gjørt til at menna vitan og førleika hjá skúlabørnum og øðrum borgarum.

Nógv bendir á, at vit ikki eru komin av fetanum í talgildisbúgvingini, tí sambært samrøðum, sum høvundurin hevur gjørt við embætisfólk, skúlaleiðarar, lærarar og onnur, hava vit ikki undirvísingarførleikar at læra børnini talgildisbúgving. Ei heldur hava vit undirvísingarførleikar ella undirvísingarorku til at læra lærararnar, sum skulu læra børnini, hóast nakað av arbeiði er byrjað á Námi og á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya at bøta um støðuna.

Hendingin í Klaksvíkar kommunu í 2024, tá ið ein starvsfólkakonta varð misnýtt, og kommunan mátti rinda nærum 800.000 krónur í loysigjaldi, er bara eitt av mongum dømum um, at menniskjað ofta er veikasti liðurin í talgildu skipanum okkara.

Tann óhepna gongdin er, at meðan tøknin gerst snildari, vaksa váðarnir, og samstundis sum vit gerast alsamt meira bundin av tøknini – í fleiri førum verður hon lýst sum kritiskt infrakervi – vita vit alsamt minni um, hvussu hon virkar. Teldusníkar eru tí ikki upptiknir av at bróta seg ígjøgnum tøkniligar verjugarðar (t.d. firewalls), men hugsavna seg um at eyðmerkja og gera sær dælt av menniskjum fyri at fáa atgongd til skipanirnar. Tað snýr seg ofta um eitt skeivt klikk, eitt ov ofta brúkt loyniorð ella ósketni av øðrum slag.

Fleiri álítandi keldur vátta, at menniskjaliga dimensjónin hevur ein týðandi leiklut í sambandi við trygdartilburðir. Evropeiski nettrygdarstovnurin ENISA ávarar í nýggjastu frágreiðing síni um, at meginparturin av øllum trygdarhendingum hava eitt “menniskjaligt element”. Tað merkir, at ein stórur partur av vandanum liggur í vanum, vitan og atburði hjá brúkarunum sjálvum.

Ein frágreiðing, sum tøknifyritøkan Tessian gjørdi í 2022 saman við Stanford University, vil vera við, at 88 prosent av talgildum trygdartilburðum eru knýttir at mistøkum av mannávum. Kortini verður menniskjaligi tátturin undirmettur, og tað tykist hann eisini vera í føroysku skipanini.

Upplýsingarskipanin skal síggjast sum ein heild, har menniskjaligi tátturin hevur ein grundleggjandi leiklut, sum lýst í myndini omanfyri.

Í greiningarritinum verður greitt frá førleikatilgongdini hjá nobelheiðurslønarvinnaranum Amartya Sen, sum vísir á, at førleikin hjá einstaklinginum er týdningarmesta tilfeingið, tá ið tað snýr seg um samfelagsmenning og harvið eisini um samfelagsligt mótstøðuføri. Við øðrum orðum: menna vit førleikar í sambandi við talgildisbúgving, fáa vit eitt tryggari samfelag og eitt mótstøðuførari fólkaræði, sum frá líður.

Frágreiðingin vísir, at flestu lond og altjóða stovnar longu hava skift kós frá trygd til førleika. OECD, UNESCO og ES mæla øll til, at talgild menning verður handfarin sum eitt sonevnt samfelagsmál – ikki bara eitt mál, ið hevur við kunningar- og samskiftistøkni at gera. Hetta krevur eina sonevnda ”whole-of-society”-tilgongd, har allir borgarar fáa førleikan at skilja talgilda infrakervið og talgildu skipanirnar, at handfara tøkni og tilfar, og at bera seg at á skynsaman hátt í sambandi við øll talgild amboð, pallar og miðlar.

Les greiningarritið her.

 

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Er meldaður fyri blúnisbrot

19. november kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19. november kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

Í gjár kl. 08:30

Eigararnir fáa 48 tímar at flyta bilarnir - annars fáa teir rokning

Í gjár kl. 07:47