Tað verður av álvara talt niður til nýggja kappingarárið.
Fyrsta umfar í Meistaradeildini, sum besta deildin nú eitur, er minni enn tríggjar vikur burtur, og eftir tunga vetrarvenjing snýr tað seg nú hjá feløgunum um at fáa fótbóltsspælið at sita og røttu liðsamansetingina at rigga.
Í dag boðar B68 frá, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við nýggjan spælara.
B68 skrivar soleiðis:
B68 hevur skrivað undir sáttmála við 21 ára gamla serbiska miðvallaran Jovan Goronjic.
Jovan er ein spennandi og kreativur offensivur miðvallari, sum fer at styrkja um liðið framrættað.
Hann hevur áður spælt við Borac Čačak og Javor Ivanjica í Serbia, skrivar B68.
Í ársins fyrsta landskappingardysti fer B68 fríggjakvøldið 6. mars at spæla á Argjum ímóti uppflytarunum í AB.