Sunnukvøldið klokkan 19 verður nýggjárs-urgukonsert í Hoyvíkar kirkju við Ara Hammer Joensen, urguleikara.
Ari Hammer Joensen gongur á triðja árið bachelor á tí Kongaliga Danska Musikkonservatoriinum í Keypmannahavn.
Hetta er triðja árið á rað, at Ari spælir nýggjárs-urgukonkonsert.
Konsertin er í tveimum pørtum, fyrri partur er meira siðbundin orgultónleikur og annar partur er festligur orkestur tónleikur umsettur til orgul.
Konsertin er ókeypis og varir ein tíma.
Skráin sær soleiðis út:
1. Marcel Dupré (1886-1971)
Trios Préludes et Fugues Op. 7
I. Preludium og Fuga í H-dur Op. 7 Nr. 1
II. Preludium og Fuga í f-moll Op. 7 Nr. 2
III. Preludium og Fuga í g-moll Op. 7 Nr. 3
2. Johann Sebastian Bach (1685-1750)
Úr 18 Leipziger Choräle
Allein Gott in der Höh sei Ehr BWV 663
3. Louis Vierne (1870-1937)
Úr 6. Symfoni Op. 59
V. Final
4. Émilie Waldteufel (1837-1915)
Les Patineurs (Skoytu valsurin), arr. Jonathan Scott
5. Johann Strauss I (1804-1849)
Radetzkymarsch, arr. Jonathan Scott