Ongi úrslit

Nýggjárshaldið styrkir um okkara samleika – Øll eru vælkomin til Vágs

Levi Rikshamar Mørk
2 tímar síðan

Fyrst fari eg at ynskja øllum hjartaliga vælkomin til Vágs, at halda nýggjár.

Tað er einki sum slær okkara framúr nýggjárshald. Ikki at gloyma tað framúr sjálvboði arbeiði sum Nýggjarsnevndin, enn einaferð slóðar fyri. Takk fyri framúr arbeiði.

Tað er eitt stórt upplivilsi hvørjaferð til hesu einastandandi nýggjárshaldini í Vági. Her koma fólk allastaðir frá, fyri at uppliva okkara serstaka nýggjárshald. Tað koma eisini fleiri fólk uttan úr heimið til Vágs fyri at halda nýggjár. Tað er eingin ivi herfrá, at nýggjarshaldið styrkir um okkara samleika her í bygdini.

Harvið mennast og styrka okur sum fólk og bygd. Tað er sera týðandi partur fyri okkum í víðari menningini av okkara bygd og fólkum, sum her búðleikast. Nýggjarshaldið í Vági styrkir okkum og gevur okkum ein sterkan og sermerktan samleika, sum eisini er enn meira átrokandi enn áður, í hesum tíðum, her tað leikar ímóti hja okkum á nøkrum økjum.

Tí er ein sterkur samleiki og ein sterkur felagsskapur sera týðandi. Her hevur nýggjárshaldið, sera stóran týdning fyri okkara menning av bygdini. Eins aðrir felagsskapur og onnur eisini jú hava. Tað at okur standa sama allir vágbingar um Vágsbygd og verja tað sum okur eru so glað og góð við, hevur nok størri týdning nú enn áður. Tað er stuttligt og upplyftandi, at síggja hvussu øll rokast til hettar stóra nýggjarshaldið.

Her verður stákast í fullari fer rundt um í allari bygdini til stóra nýggjárshaldið gamlárskvøld. Í Vági verður í ár, eins og undanfarin ár, gjørt sera nógv burturúr nýggjárshaldinum, sum dregur til sín fólk úr øllum landinum og uttan úr heimi. Fyrireikingarnar hava verið ígongd síðani síðani summar og nú er komið í endaspurtin til at gera alt klárt til nýggjársaftan.

Nýggjarshaldið byrjaði spakuligan miðskeiðis í 1960 árinum

Síðani miðskeiðis í 1960 árinum hevur nýggjárshald verið hildið í Vági. Sum ungir vágbingar skipaði fyri. Har byrjað var, at brenna gamla bát og sïðani er nýggjárshaldið bára blíva størri og størri fyri hvørt ár síðani tá. Fyri nøkrum árum síðani, var eisini seinasta nýggjársveitslan, sum annars var tað heilt stóra at gleða seg til. Har umframt frálíkan mat og okkurt leskandi, skipaði Robert Mc Birnie, Niels Petur Nolsøe, Petur Dahl Nolsøe og seinni Arnfinnur Thomsen fyri skemti og sangi.

Hesin táttur er seinastu árini, dottin niðirfyri. Møguliga tí sjónvarp og annað dregur fólkum meira heima, frá kl 19:00 til kl 23:00.

Á Trýkantinum - eitt fiskapláss og eitt søguligt stað

Á Trýkantinum har verður bál, og stórt fyrverk við kyndlagongu, er eitt søguligt gamalt fiskspláss hjá Garðamonnum. Ár 2000, fekk Nýggjársnevndin í samstarv við Vágs kommunu, borið so í bandi at Trýkanturin var fríkaður, har ein standmynd var reist, nýggjárshaldinum til minnis.

Tað var Helgi Larsen sum gjørdi standmyndina og lat standmyndina. Standmyndin var avdúkað av Mogens Dahl sála, sum var formaður og undagongumaður í Nýggjársnevndini í mong harrans ár.

Føroya stórsta fýrverk, brenna bát, kvinnur og menn ganga kyndlagongu.

Trýkanturin er miðdepil fyri hæddarpunktinum á nýggjárshaldinum, har gamal bátur verður brendur.

Hesin gamli báturin, verður prýddur hegnisliga og umskapaður til næstan eitt víkingaskip. Har ein av arkitektinum fyri hesari stásligu handaligu verkætlan er Jacob Skaaning og har eru eisini aðrar góðar kreftir.

Við hesum byrjar føroya størsta fýrverkshald á Trykantinum á midnátt, við stórari kyndlagongan, har bæði menn og kvinnur ganga kyndlagongu.

Morgunmatur, barnatiltak og kirkjurenning

Nýggjárshaldið í Vági hevur sum nevnt eina spennandi skrá, har byrjar við ókeypis morgunmat nýggjársaftan.

Síðani verður kirkjurenning og barnatiltak har BUBU fer at undirhalda og gleða børnini.

Stórdansur á Eiðinum

Um náttina er stórdansur á Eiðinum bæði fyri yngra ættarliðið og tey tilkomnu. Har m.a Páll Finnur Páll, ROX, DJ ANNAND og Sommerson Band, spæla.

Ljósketan og ljósari tíðir

Okur høvdu góðir dagar í Vági í seinast í 70 unum og í 80 unum, har eitt nû fólkatalið var mett høgt í Vági. Har vakra “ Ljósketan “ sum var partur av hugnanum um jólini og nú til nýggjárshaldið.

Henda vakra ljósketa, er komin fram eftur, sum eitt satt prýði, sum svgjørt setti sín dám á hesu jólahøgtíðina og nú til nýggjárið. Við vón um ljósari tíðir, fyri Vágsbygd, og Suðuroy, eins ljósinj á ljósketuni lýstu Vágsbygd upp á sinni. Fari at takka Nýggjársnevndini fyri framúr arbeiði aftur hesuferð.

At enda ynski eg øllum hjartaliga vælkomin til Vágs á nýggjárinum. Gott nýggjár, og verið øll vælkomin til Vágs.

Levi Rikshamar Mørk,

varaborgarstjóri og formaður í Mentamálanevndini hjá Vágs kommunu

Mest lisið hesa vikuna

Tinglimir slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

Í gjár kl. 22:00

Samhaldsfesti við Bakkafrosti og Effo

23. desember kl. 17:40

Átta bilførarar tiknir á sama vegastrekki

27. desember kl. 09:48

Takk fyri jólaheilsan frá Sigrid Dalsgarð: Eysturlund – orkuskifti, arbeiðspláss og samfelagsábyrgd

24. desember kl. 08:43

Her eru 96 síður av góðum jólalesnaði

23. desember kl. 16:00

So lítlan - ella stóran - týdning hevur ríkisveitingin úr Danmark fyri Føroyar

25. desember kl. 12:10