Ongi úrslit

Nýggjar leiguíbúðir á veg í Norðragøtu

Varðin fer undir sína fyrstu íbúðarbygging – ætlað til vanliga borgaran

Marta Sigurðsdóttir Haraldsen
7. desember kl. 22:12

Í Norðragøtu fer ein nýggj íbúðarverkætlan nú av bakkastokki. Tað er samtakið, Varðin, sum stendur fyri byggingini, og hesa ferð er talan ikki um vinnubygningar, men um leiguíbúðir til vanliga borgaran.

Verkætlanin umfatar 24 íbúðir í tveimum rekkjum, og væntandi verður fyrsta byggistig liðugt í mars 2026. Tá kunnu Tey fyrstu flyta inn í eina av teimum 10 íbúðunum í fyrstu rekkju. Hin rekkjan, sum verður bygd aftaná, fer at hýsa 14 íbúðum.

Íbúðirnar verða í trimum ymiskum støddum – frá 60 til 90 fermetrar, og talan er um leiguíbúðir. Talan er sostatt um ein bústaðarmøguleika, sum er ætlaður fólki, ið vilja hava eina góða og nýmótans íbúð - uttan at keypa fastogn.

Sambært Dávid Jacobsen, verkætlanarleiðara hjá Varðanum, er hetta ikki byrjanin upp á eina størri íbúðar byggingarfyritøku:

– Nei, hetta er ikki nakað, vit hava ætlanir um at gera meira av. Hetta er ein einstøk verkætlan, sigur Dávid og leggur afturat, at prísirnir ikki eru klárir enn.
– Vit eru í ferð við at gera eitt roknistykki, so vit kunnu ikki siga nakað endaligt um leiguna enn.

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

17. desember kl. 10:30

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

17. desember kl. 16:27

Minningarorð: Kristina 1961-2025

19. desember kl. 16:14

Vit vóru noydd at siga nei

18. desember kl. 12:19

Eg lati ikki ein tekniskan feil steðga mær

21. desember kl. 14:37

Eitt demokrati í kreppu

20. desember kl. 18:48