Ongi úrslit

Nýggja forkvinnan hevur havt sín fyrsta arbeiðsdag

Fráfarandi formaðurin og nýggja forkvinnan. Myndin er av Facebook
Áki Bertholdsen
Í gjár kl. 11:36

Tað kom óvart á, at formaðurin í Føroy Arbeiðarafelag, Georg F. Hansen, brádliga boðaði frá, at hann leggur frá sær nú á nýggjárinum.

Samstundis er greitt, at Elin K. Sørensen, sum var næstforkvinna hevur tikið yvir formanssessin og í dag var so vaktarskiftið og hon hevði sín fyrsta arbeiðsdag.

Georg F. Hansen hevur verið formaður í knapt 15 ár og hann sigur við felagsskapin, Verkafólk, at hann hevur lagt frá sær av persónligum ávum.

Georg hevur verið ein av berandi kreftunum til at savna øll arbeiðarafeløgini, og Fiskimannafelagið, í ein yvirskipaðan felagsskap, Verkafólk.
Elin K. Sørensen, er 52 ára gomul og hevur verið í nevndini síðani 2010. Hon hevur eisini staðið á odda fyri eftirlønargrunnin Lívsverk, men annars hevur hon starvast hjá Føroya Arbeiðarafelag síðani 2000. 
Fyrsta stóra avbjóðingin hjá henni verður sáttmálasamráðingarnar nú í vár, sigur hon á Facebook.
 – Politiskt er eisini nógv at arbeiða við og eitt, ið liggur henni fremst í huga, er at fáa løntakarum á privata arbeiðsmarknaðinu betri lógarfest rættindi, eitt nú løn undir sjúku.
Hennara fyrsti arbeiðsdagur sum forkvinna verður brúktur til at fyrireika sáttmálasamráðingar saman við hinum arbeiðarafeløgunum í Verkafólk.

Sáttmálin hjá arbeiðarafeløgunum gongur út 1. mai.

Mest lisið hesa vikuna

Skumpaður umkoll av kongaligum lívverja

1. januar kl. 20:51

At verja Føroyar móti islamismuni er ein moralsk skylda

5. januar kl. 20:11

Vil hava at vita um løgmaður vil forða fyri at vit fáa eina mosku í Føroyum

5. januar kl. 00:30

Moské? moské ikke?

2. januar kl. 19:00

Árið, ið fór - í Gasa og Ísrael (fyrri partur)

1. januar kl. 10:06

Hvør skal ráða, um vit ikki skulu hava fólkaræði

4. januar kl. 21:19