Ongi úrslit

Nýggj kanning: Hvør bitcoin flyting kostar tvær iPhones í burturkasti

Ein nýggj kanning frá millum annað MIT vísir á, at hvør bitcoin flyting framleiðir e-burturkast tilsvarandi tvær iPhones

Steinar Patursson
23 tímar síðan

Hvør bitcoin pengaflyting elvir til elektroniskt burturkast, ið svarar til tvær iPhones.

Tað vísir ein nýggj kanning frá búskaparfrøðingum frá hollendska sentralbankanum og amerikanska lærustovninum MIT.

- Livitíðin hjá tólum, ið grava eftir bitcoin, er avmarkað til 1,29 ár, siga granskararnir Alex de Vries og Christian Still sambært The Guardian í vísindaritinum Resources, Conservation and Recycling.

Nógv hevur verið granskað í CO2 útlátinum av bitcoinhandli og handli við kryptogjaldoyra yvirhøvur, men lutfalsliga lítið hevur verið granskað í, hvørjar avleiðingar bitcoin handil hevur fyri elektroniskt burturkast.

Serlig ASIC kipp verða seld við einasta endamáli at koyra tær algorytmurnar, ið tryggja bitcoin netverk, og tey geva avlop til teirra, ið taka lut, við at "grava" eftir bitcoin samstundis. Men bert nýggjastu ASIC kippini eru egnað til at grava eftir bitcoin, og tí mugu tey, ið fáast við slíkt, framhaldandi skifta kippini út við nýggjari og sterkari kipp.

Granskararnir meta, at hvør bitcoin peningaflutningur framleiðir umleið 272 gram av e-burturkasti, og at hetta er tað sama sum tvær iPhones.

Teir báðir de Vries og Still meta, at bitcoin netverkið slítur upp umleið 30.000 tons av útgerð um árið, og at hetta er á støði við samlaða e-burturkastið frá Hollandi.

ASIC kippini hava einki brúksendamál fyriuttan at grava eftir bitcoin, og tí enda tey sum burturkast, heldur enn at verða endurnýtt sum annar telduútbúnaður, sigur The Guardian.

Mest lisið hesa vikuna

Ósemja millum starvsfelagar endaði við harðskapi

15. oktober kl. 08:56

Ikki føroyskar gentur

14. oktober kl. 23:00

Eg eri blivin kallað bæði hora og golddigger

Í gjár kl. 13:13

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Skattatrýstið í Føroyum veksur - er næsthægst í Norðurlondum

23 tímar síðan

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20