Astrið Breckmann, nývald í løgtinginum og lærari í fólkaskúlanum, sigur seg á facebook hava sólskinssøgu at siga teimum, sum halda, at týskt eigur at vera linjulærugrein á Námsvísindadeildini á Setrinum.
Hon hevur í nógv ár varskógvað um, at týskt fer at doyggja út í fólkaskúlanum. Tað hevur hon gjørt, tí týskt ikki hevur verið linjulærugrein á námsvísindadeildini í 16 ár, og tí, at um einki verður gjørt, so vera tað eingir týsktlærarar eftir um umleið 10 ár.
Men nú verður týskt aftur lærugrein, veit Astrið Breckmann at siga. Hon greiðir soleiðis frá:
Fyri eini trimum mánaðum síðani, fingu Joan Mohr og eg teldubræv frá Námsvísindadeildini, ið beyð okkum báðum at gerast lærarar í týskum á linju komandi skúlaár! Vit mundu báðar svímað! Ikki bara verða læraralesandi á linjuholdinum, men eisini útlærdir fólkaskúlalærarar, ið ikki hava týskt á linju, men sum fegnir vilja undirvísa í týskum.
Tær báðar Astrið Breckmann og Joan Mohr vóru í síðstu viku í Odense og vitjaðu í UCL, har tær umframt at eygleiða undirvísing í týskum eisini fundaðust um undirvísing, tilfar, próvtøkur o.a.
Enn hevur Námsvísindadeildin ikki lýst við tilboðnum at lesa týskt sum linjulærugrein, men sambært Astrið Breckmann, sum er næstforkvinna í mentanarnevndini hjá løgtinginum, er eingin ivi um, at tilboðið verður veruleiki:
Eg havi nakað spennandi at fortelja tykkum øllum! Sum tit uttan iva vita, um tit hava fylgt við í øllum, eg havi skrivað tey seinastu árini, so hava vit verið nøkur, ið hava stríðst fyri lærugreinini týskum, ið var um at doyggja út. Øll fremmandamál (enskt verður ikki longur roknað sum eitt fremmandamál, men tað verður danskt nú) í føroyska skúlaverkinum hava tað ómetaliga trupult og nøkur, sær tað út, syngja sítt síðsta vers. Um uml. 10 ár verða eingir týsktlærarar eftir, sum gongdin hevur verið. Eftir at meira enn nóg mikið av læraralesandi valdu týskt á linju síðsta ár, men linjugreinin kortini varð strikað, hóast nógvar fundir, telefonsamrøður, teldubrøv, lesarabrøv o.a., góvu vit, sum stríddust fyri fakinum, faktiskt upp. Tá høvdu vit stríðst í fleiri ár, men einki sá út til at koma burturúr. Men brádliga einaferð fyri eini trimum mánaðum síðani, fingu Joan og eg teldubræv frá Námsvísindadeildini, ið beyð okkum báðum at gerast lærarar í týskum á linju komandi skúlaár! Vit mundu báðar svímað! Ikki bara verða læraralesandi á linjuholdinum, men eisini útlærdir fólkaskúlalærarar, ið ikki hava týskt á linju, men sum fegnir vilja undirvísa í týskum, skrivar Astrið Breckmann á facebookvanga sínum.