Nú verður talt niður til stórdystin

Víkingur hevur mikudagin møguleika at tryggja sær triðja FM heitið

Jóannes Hansen
22. september 2024 kl. 21:48

Talan var um fimm favorittsigrar, tá ið 23. umfar um vikuskiftið var á skránni.

Í kvøld vann HB fyri triðju ferð í ár 3-0 ímóti Skála – tveir sigrar í Gundadali og ein á Skála.

Í dag vann NSÍ 3-0 á heimavølli ímóti ÍF. Fyrr í ár vann NSÍ 4-2 og so 3-0 í Fuglafirði.

Í gjár vann KÍ 2-0 á útivølli ímóti B68. Fyrr í ár hevur KÍ vunnið 3-0 og 4-0 á heimavølli ímóti toftamonnum.

Í gjár vann Víkingur 1-0 á heimavølli ímóti EB/Streymi. Fyrr í ár hevur Víkingur vunnið 3-1 í Streymnesi og 4-0 á heimavølli ímóti EB/Streymi.

Í gjárkvøldið vann B36 3-0 á útivølli ímóti 07 Vestur. Hinir báðir dystirnir millum B36 og 07 Vestur vóru í Gundadali, og teir endaðu 2-2 og 4-4.

Nú eru tað fýra umfør eftir av hesum kappingarárinum. Men áðrenn talan verður um 24. umfar, sum verður næsta vikuskifti, so verður útsetti dysturin millum Víking og KÍ. Hann verður mikudagin klokkan 17.00.

Um tað eydnast Víkingi at vinna fulla úrtøku ímóti KÍ, so verður Víkingur so at siga meistari. Tá verður munurin millum tvey tey fremstu 12 stig undan fýra teimum síðstu umførunum, og málmunurin hjá Víkingi er +55, og hjá KÍ er hann +27.

 

Mikudagin 25. september – útsettur frá 19. umfari

Víkingur – KÍ: Heini Ziskason Viðoy kl. 17.00

24. umfar

Leygardagin 28. september

ÍF – B68: Bjarki Danielsen kl. 15.00

EB/Streymur – NSÍ: Eiler Rasmussen kl. 17.00

B36 – HB: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 17.00

Sunnudagin 29. september

07 Vestur – KÍ: Áki Leitisstein Hansen kl. 15.00

Mánadagin 30. september

Skála – Víkingur: Jákup Øssursson Mohr kl. 18.30

23. umfar

Víkingur – EB/Streymur 1-0 (1-0)

1-0: Jørgen Nielsen 39.

Dómari: Bjarki Danielsen

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ari Olsen, Atli Gregersen, Arnbjørn Svensson, Ingi Jonhardsson  – Aron Jarnskor Ellingsgaard, Géza Dávid Turi, Sølvi Vatnhamar – Jákup Johansen, Jørgen Nielsen, Olaf Bárðarson

EB/Streymur: Jóannes Eyðfinsson Davidsen – Bergur J. Poulsen,  Mikkjal Hellisá, Andras Ó. Olsen, Jákup N. Vilhelmsen, Tóki H. Johannesen – Jens Erik Bruhn, Emil Weihe Joensen, Niels Pauli Danielsen, Jóhann Hansson Joensen – Kristian Svabo Eliasen

 

NSÍ – ÍF 3-0 (1-0)

1-0: Steffan A. Løkin 6.

2-0: Petur Knudsen 76.

3-0: Aron Knudsen 90.+3.

Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen

NSÍ: Jón Petur Thomsen – Pætur Hentze, Rasmus Plauborg, James Drye, Lars Agardius – Yassine El Ouatki, Betuel Hansen, Steffan A. Løkin – Jasper Van Der Heyden, Klæmint A. Olsen, Petur Knudsen

ÍF: Jákup Nolsøe Olsen – Tonni J. Thomsen, Símun Kalsø, ullum, Aron Kensson – Silas Gaard, Jóhann J. Højbro, Karl Løkin, Jákup Andrias Thomsen – Ruben Møller-Nielsen, Gundur E. Petersen

 

B68 – KÍ 0-2 (0-1)

0-1: sjálvmál 9.

0-2: Árni Frederiksberg 90.

Dómari: Dagfinn Forná

B68: Tórður Thomsen – Fríði í Túni Petersen, Aleksandur Ó. Jensen, Hjalti Strømsten, Hanus Højgaard – Ragnar Samuelsen, Sebastian Lau Nielsen – Karstin Clementsen, Andreas Pettersen, Bárður Ó. Jensen – Brian Jakobsen

KÍ: Mark F. Jensen – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Alexander Berntson, Claes Philip Kronberg – Hallur Hansson, Mads Bo Mikkelsen, Albert Ejupi – Árni Frederiksberg, Páll A. Klettskarð, Kristoffer Ødemarksbakken

 

07 Vestur – B36 0-3 (0-1)

0-1: Anton Søjberg 18.

0-2: Marius Kryger Lindh 57.

0-3: Marius Kryger Lindh 65.

Dómari: Alex Troleis

07 Vestur: Sebastian Linnet John – Filip Brattbakk, Jónas Prior, Sonni Ragnar Nattestad, Hans Erik Gunnarsson – Mikkel Elbæk Jakobsen, Amer Ordagic, , Jónatan Nattestad, Teitur Olsen – Emil G. Pedersen, Oddur í Haraldstovu Petersen

B36: Silas Eyðsteinsson – Símun Sólheim, Jann J. Benjaminsen, Vilmer J. Rønnberg, Fabian  Ness – Anton Søjberg, Mattias J. Hellisdal, Andrass Johansen – Marius Kryger Lindh, Zean Peetz Dalügge, Hannes Agnarsson

 

HB – Skála 3-0 (1-0)

1-0: Jákup L. Thomsen 11.

2-0: Jákup L. Thomsen 61.

3-0: Hanus Sørensen 72.

Dómari: Rúni Gaardbo

HB: Teitur Matras Gestsson – Mathias Voss, Bartal Wardum, Viljormur Davidsen, Ási P. Dam – Hanus Sørensen, Ejvind R. Mouritsen, Noah Mnenéy – Mohamed Samba, Jákup L. Thomsen, Emmanuel Duah

Skála: Karstin Hansen – Bjarti Thorleifsson, Jákup Jakobsen, Markus J. Hellisdal, Atli D. Petersen – Ari Ó. Ellingsgaard, Nicolai Dohn – Ragnar Skála, Marjus Nón, Andreas Egeberg Jacobsen – Maxwell Effiom