Ongi úrslit

Nú verður skjótari hjá sjúklingum við krabbameini at sleppa í viðgerð

Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Nú er ein nýggj, felags, móttøka fyri sjúklingar, har illgruni er um krabbamein, sett á stovn í Sjúkrahúsverkinum.

Tað sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum í morgun.

Endamálið er at tryggja, at allar ávísingar, har illgruni er um krabbamein, koma á rætta stað bæði skjótt og lætt. Sostatt kann eisini farast undir útgreining og viðgerð uttan óneyðugt drál.

Tað vil siga, at tá ið kommunulæknar senda ávísingar um kanning, har illgruni er um krabbamein, skulu ávísingarnar sendast til hesa felags móttøkun, sum kallast Krabbaútgreining.

Margit Stórá sigur, at sostatt er eitt av fremstu tilmælunum í Krabbameinsætlanini nú sett í verk.

– Við einari felags móttøku fáa vit eina greiðari og tryggari skipan, sum kann stytta bíðitíðirnar og gera sjúklingagongdirnar betri, tá ið illgruni er um krabbamein, sigur hon í tíðindaskrivi í morgun.

Nýggja móttøkan verður á Medisinska deplinum á Landssjúkrahúsinum, har ávísingarnar verða viðgjørdar, og neyðugar kanningar bílagdar skjótast gjørligt.

Sjúkrahúsverkið væntar, at nýggja skipanin fer at geva teimum eitt betri yvirlit og skrásetingar í samband við krabbamein.

Men harumframt verða arbeiðsgongdirnar lættari hjá bæði kommunulæknum og sjúkrahúsverkinum.

Og fram um alt fer tað at tryggja, at útgreining og viðgerð verður sett í verk skjótast gjørligt, tá illgruni er um krabbamein.

Mest lisið hesa vikuna

Debatindlæg: Svar til Sjúrður Skaale

25. januar kl. 22:00

Tað er óneyðugt at fara uttanlands fyri at uppliva muslimskan ágang

26. januar kl. 10:32

22 milliónir krónur

27. januar kl. 18:21

Nei til veðurlagslóg - lat okkum ikki gera sama brølara sum Europa

27. januar kl. 10:47

Dekkar KvF yvir fólkadráp?

24. januar kl. 09:34

Hevur staðið tómur í nógv ár - og nú skal hann niðurleggjast

Í gjár kl. 11:41