Ongi úrslit

Nú verða íbúðirnar bjóðaðar út - men leigarar skulu vera nokk so væl fyri

Áki Bertholdsen
Í gjár kl. 15:56

Týsdagin varð almannagagnliga bústaðarfelagið, sum Tórshavnar kommuna og Felagið haa tikið stig til, stovnað.

Felagið hevur fingið navnið, Bústaðarfelagið Heimbýli, og nú verða eisini tær fyrstu íbúðirnar bjóðaðar út. Tað eru nógv umrøddu íbúðirnar í Dalabú við Dalavegin.

Tilsamans eru 44 íbúðir, sum allar eru klárar at flyta inn í.

Men tey, sum vilja hava íbúð, skulu vera nokk so væl fyri tí leigan verður úr 8.214 krónum um mánaðin fyri tær minstu íbúðirnar, upp í 13.578 krónur fyri tær størstu íbúðirnar.

Íbúðirnar við Dalabú verða bjóðaðar úr eftir listanum hjá Bústøðum. Í løtuni standa 1.374 fólk á bíðalista hjá Bústøðum. Av hesum ynskja 1.283 bústað í Suðurstreymoy, sigur býráðið.

Í nevndini í nýggja bústaðarfelagnum eru Birita í Dali, deildarleiðari á stjórnarskrivstovuni hjá Tórshavnar kommunu, Fríður P. Dalsgarð, tekniskur stjóri í Tórshavnar kommunu, Jógvan Ósá, stjóri í Bústøðum, Kaysten Rasmussen, fíggjarleiðari í Bústøðum, og fimti nevndarlimurin er Halla Nolsøe Poulsen, stjóri í NORA.

Formaður í nevndini er Jógvan Ósá.

Mest lisið hesa vikuna

Skumpaður umkoll av kongaligum lívverja

1. januar kl. 20:51

At verja Føroyar móti islamismuni er ein moralsk skylda

5. januar kl. 20:11

Vil hava at vita um løgmaður vil forða fyri at vit fáa eina mosku í Føroyum

5. januar kl. 00:30

Moské? moské ikke?

2. januar kl. 19:00

Árið, ið fór - í Gasa og Ísrael (fyrri partur)

1. januar kl. 10:06

Hvør skal ráða, um vit ikki skulu hava fólkaræði

4. januar kl. 21:19