Nú skulu fleiri, og betri, bussskýli setast upp í Tórshavnar kommunu.
Tað eru fólk, sum brúka Bussleiðina, sum hava heitt á býráðið um at fáa fleiri bussskýli
Samstundis hava tey eisini heitt á býráðið um at seta skýli úr glasi upp á steðgiplássum, har nógv fólk ferðast.
Sum er, eigur kommunan eingi bussskýlir á goymslu. Vanliga gera tey eini 10 skýli um árið.
Helvtin av teimum verða sett upp, har eingi skýli eru frammanundan. Hin helvtin verður brúkt, tá skýli skulu umvælast.
Tilsamans er 188 steðgipláss til bussar í Tórshavnar kommunu, og 125 av teimum hava skýli.
Men skal tað eydnast at bøta um støðuna, skulu 200.000 og 300.000 krónur seta av til endamálið um árið. Harumframt er neyðugt við eini serligari játtan til at útvega nýggj bussskýli fyri, sigur býráðið.
Fyri at fáa fleiri fólk at brúka bussleiðina, verður tað neyðugt at hava góð bussskýli, so at tað eru góðar umstøður hjá fólki at bíða eftir bussinum, sigur býráðið.
Eitt nú er ætlanin at seta størri, og betri, skýli úr glasi upp á tey stóru plássinunum, har nógv fólk ferðast. Og sum frá líður er talan um at seta tíggju skýli av glasi upp á Hálsi, á Frælsinum, Við Glasir, við Norðurlandahúsinum og við Landssjúkrahúsið.
Annars halda tey fram at gera tey reyðu bussskýlini, sum verða gjørd í fýra sniðum og støddum.
Stóru tørvurin er at gera fleiri av teimum minstu og næstminstu busskýlunum. Við tað at eingi bussskýlir eru vórðu gjørd í fjør, er ætlanin at gera 20 skýli í ár og 20 skýli afturat í 2027.
Tilsamans kosta tey 1,2 milliónir og ætlanin er at teir smáu timburmeistararnar sleppa at bjóða upp á tey arbeiðini.