Nú spælir Eivør í Australia
Føroyska songkvinnan kemur víða á konsertferðum í ár
Jonhard Hammer
6. november 2024 kl. 14:17
Eivør Pálsdóttir er í løtuni á konsertferð í Australia og Nýsælandi.
Fram til 14. november skal hon spæla níggju konsertir kring Australia. Hon hevur ella hevur havt konsertir í eitt nú Brisbane, Newtown, St. Kilda og Brunswick.
Eftir tað leggur føroyska songkvinnan leiðina til Nýsælandi, har hon í døgunum frá 16. til 19. november spælir tríggjar konsertir – allar í Auckland.
Í desember standa tvær konsertir á skrá. Onnur verður í Týsklandi og hin verður í Íslandi.
Í februar skal Eivør á konsertferð í Norðuramerika, og í løtuni standa 15 konsertir á skrá har.
Eivør er meira virkin og betri umtókt uttanlands enn nakrantíð áður.