Familjur fara skjót at fáa betri fíggjarligar umstøður at fáa børn. Hetta fer kanska serliga at gagna familjum í Suðuroy
Súsanna Bertholdsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, hevur reist spurningin um fíggjarligu umstøðurnar hjá familjum úr Suðuroy, sum fáa børn.
Og í tí sambandi hevur hon spurt landsstýriskvinnuna í heilsumálum, um nøkur ætlan er um at gera nakað við tann fíggjarliga mismun, sum familjur í Suðuroy eru fyri tá ið tær eiga børn.
– Sum natúrligt er, so ynskja eisini barnakonur úr Suðuroynni at hava makan við, tá barnið kemur í verðina á Landssjúkrahúsinum í Havn, staðfestir hon
Men tað ber sjáldan til at siga akkurát nær barnið verður føtt, og tí er neyðugt at vera í Havn nakrar dagar áðrenn - umframt dagarnar aftaná, at barnið er føtt.
– Avleiðingin er, at nógvir makar missa inntøku, tí teir fáa ikki møtt til arbeiðis teir dagarnar, familjan má vera í Havn, sigur Súsanna Bertholdsen.
– Hetta rakar serliga hart tímaløntar makar, men eisini fastløntar makar, sum mugu brúka burtur av feriuni at bíða eftir barninum í Havn, sigur hon.
Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, sigur, at sum nú er, hevur mamman rætt til barsilsfarloyvi, og barsilspening í upp til fýra vikur áðrenn mett verður at hon skal eiga.
Men undir serligum umstøðum, kann barsilsfarloyvið við barsilspeningi, vera upp til 13 vikur áðrenn mettan barnsburð.
Men tá skal mamman hava læknaváttan upp á, at tað er heilsuskaðiligt fyri fostur, ella mammu, at halda fram at arbeiða.
Hinvegin hevur makin hvørki rætt til barsilsfarloyvi ella barsilspening, áðrenn barnið er føtt.
Margit Stórá sigur, at í løtuni verður arbeitt við at gera barsilsskipanina smidligari. Í hesum sambandi er ætlanin at gera tað soleiðis, at bæði foreldrini kunnu fara í barsilsfarloyvi í upp til fýra vikur áðrenn mettan barnsburð.
Brúkar makin tann møguleikan, verða vikurnar tiknar av felags kvotuni, sum foreldrini kunnu býta sínámillum, sigur landsstýriskvinnan.
– Foreldrini fara sostatt at fáa møguleika at leggja sær barsilsfarloyvið til rættis, soleiðis sum tað passar teinum best, sigur hon
Hon sigur, at hetta fer eisini at gagna makum úr Suðuroynni, sum kunnu fáa gjald úr barsilskipanini, tá teir missa inntøku í fleiri vikur í sambandi við barnsburð hjá makanum.
Margit Stórá sigur, at ætlanin er at leggja uppskot um hetta fyri Løgtingið nú í vár, og so kemur í gildi 1. januar.