Ongi úrslit

Nú skal betri skil vera á tá ið tað almenna byggir

© Helst verða hesi húsini minni verd, halda bankarnir
Áki Bertholdsen
8 tímar síðan

Tað er eingin loyna, at tá ið tað almenna byggir nakað, fer tað onkuntíð heilt av lagi, bæði viðvíkjandi prísi og við tíðarætlanum.

Glasir og H-bygningurin hjá Landssjúkrahúsinum eru tvey fesk dømi um tað.

Men nú skal skipanin broytast, so at tað verður púra greitt, hvør skal gera hvat, og hvør hevur ábyrgdina av hvørjum tá ið tað almenna fer undir eina verkætlan.

Tað sigur Aksel V. Johannesen løgmaður. Beinir Johannesen, tingmaður fyri Fólkaflokkin hevur spurt løgmann, hvussu tað gongur við arbeiðnum at umskipa almennar byggiverkætlanir.

Hann vísti á, at í 2023 samtykti Løgtingið at broytingar skuldu gerast fyri at sleppa undan tí óskili, sum onkuntíð hevur valdað.

Løgmaður sigur, at longu sama ár, Løgtingið samtyktir at broyta mannagongdirnar, setti hann eisini sjøtul á arbeiðið.

Í tí sambandi fingu 14 ymiskir partar bæði innan almennu skipanirnar og í privatu vinnuni, sum onkursvegna hava fingist við bygging, fingu høvi at koma við sínum sjónarmiðum og tilmælum.

Men tet eru ikki samd um, hvussu farast skal fram. Summi halda, at verandi skipan skal halda fram, men við ymsum tillagingum og onnur halda, at tað skal vera tað ávísa aðalráðið, sum varar av byggingini, sum skal hava ábyrgdina.

Løgmaður sigur, at hetta er eitt mál fyri alt Løgtingið og úrslitið eigur at vera haldført, so at broytingar ikki verða framdar alt eftir, hvør flokkur umsitur málsøkið.

– Eg gjørdi tí av at seta ein politiskan fylgibólk við umboðum úr øllum flokkum í Løgtinginum at fylgja arbeiðinum við at endurskoða almennar byggiverkætlanir, sigur Aksel V. Johannesen

Semja er í politiska fylgibólkinum um, at tørvur er á at gera broytingar, tá tað snýr seg um almennar byggiverkætlanir - men semja er ikki um, hvørjar broytingar skulu gerast.

Onkur er av teirri áskoðan, at leikluturin sum byggiharri eigur at vera skipaður soleiðis, at ábyrgdin verður løgd til hvørt einstakt stjórnarráð, sum eigur byggiverkætlanina.

Onnur halda, at verandi skipan við Landsverk sum byggiharra skal halda fram, men at neyðugar tillagingar skulu gerast, og at uppgávurnar hjá Landsverk skulu avmarkast.

Enn er endalig avgerðin ikki tikin um, hvussu almennar byggiverkætlanir skulu skipast framyvir, sigur løgmaður

Men arbeitt verður við máælinum og nú verður síðsta hond verður løgd á eitt eitt skriv um byggiverkætlanir, har tað verður ásett, hvussu farast skal fram.

Í hesum rundskrivinum verður greitt, hvørjar uppgávur og heimildir ymsu partarnir í byggiverkætlanum hava, og hvussu ábyrgdarbýtið er millum partarnar í byggiverkætlanum.

Í rundskrivinum er eisini heimild fyri at skipa byggiverkætlanir á øðrvísi hátt og at gera undantøk, ella frávik frá rundskrivinum.

Tað kann vera fyri at avmarka váðan ella kostnaðin, ella fyri at leggja ávísar byggiverkætlanir til rættis á ein hátt, ið er meira hóskandi.

Sjálvur heldur løgmaður, at tað er ein fyrimunur, at tað verður tey einstøku aðalráðuni, sum vara av eini størri verkætlan, sum eisini hava ábyrgdina av henni.

– Men tá verður neyðugt at hava greiðar mannagongdir og haldgóða verkætlanarstýring, sigur løgmaður.

Her kann talan vera um uttanhýsis ráðgeving, soleiðis at ymiskar loysnir verða royndar og soleiðis, at fleiri royndir og førleikar verða savnaðir sum frálíður.

Av tí, at semja ikki er um framferðarháttin, fer løgmaður at kalla politiska fylgibólkin saman aftur, og taka spurningin upp av nýggjum, soleiðis at politisku sjónarmiðini verða endaliga umrødd, áðrenn víðari stig verða tikin - og áðrenn nýggja rundskrivið verður lýst.

Mest lisið hesa vikuna

Avaring: Umfatandi roynd at svika pengar frá fólki í Føroyum

5. februar kl. 14:59

Útlendingar sum fremja álvarslig brotsverk skulu blakast út

3. februar kl. 21:43

Sigur seg úr starvinum eftir avdúking

3. februar kl. 17:00

Fór á Landssjúkrahúsið eftir ógvusligt ferðsluóhapp

5. februar kl. 07:44

Tað er rein satanisma

21 tímar síðan

Loysnir, ikki fíggindamyndir

4. februar kl. 16:14