Føroyar hava eina serliga støðu, tá ið tað snýr seg um deyðiligar, arvaligar sjúkur.
Føroyingar eru lutfalsliga tætt skyldir, og tí eru fleiri deyðiligar, arvaligar sjúkur vanligari í Føroyum, enn aðrastaðni.
Men nú hevur Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, lagt uppskot fyri Løgtingið um, at nú kunnu komandi foreldur lata seg kanna fyri seks av teimum ringastu, arvaligu sjúkunum.
Talan er um seks sjúkur sum eru lutfalsliga vanligar í Føroyum. Samstundis er talan um sjúkur, sum ikki kunnu viðgerðast, og har børnini, sum verða fødd við henni, liva ógvuliga stutt, úr nøkrum fáum tímum til nøkur heilt fá ár.
Men hetta merkir so eisini, at tað ber ikki til at kanna fyri cystiska fibrosu, CTD, ella aðrar sjúkur, sum kunnu viðgerast, og sum ikki eru deyðiligar.
Men tá ið uppskotið er samtykt, kunnu fólk í aldrinum 18 til 45 ár lata seg kanna um tey eru berarar av onkrari av seks ávísum sjúkum.
Samstundis kunnu makar hjá teimum, sum eru berarar, eisini lata seg kanna - men hjá makunum er einki aldursmark.
Margit Stórá sigur, at endamálið er, at fólk skulu fáa at vita um vandi er fyri at fáa eitt barn við einari av hesum seks sjúkunum.
Tá ið tey vita tað, kunnu tey - á einum upplýstum grundarlagi - taka støðu til um tey vilja hava børn ella ikki.
Talvan vísir, hvørjar seks sjúkur tað fer at bera til at lata seg kanna fyri.
Sum dømi kann nevnast sjúkan JEB-H. Sjúkan er pínufull, og bert linnandi viðgerð verður givin og børnini doyggja, tá tey í miðal eru 3 mánaðir.
Í Føroyum er 1 av hvørjum 31 fólkum berari av sjúkuni.
Tvey fólk, sum eru berarar, hava 25 prosent møguleika fyri at fáa eitt barn við sjúkuni, 50 prosent møguleika fyri at fáa eitt barn, ið er frískt, men sum kortini er berari, og tey hava 25 prosent møguleika fyri at fáa eitt barn, ið er frískt og sum ikki berari.
Landsstýriskvinnan sigur, at tað ovara aldursmarkið upp á 45 ár, er neyðugt, tí tey, sum verða kanna, eigar at fáa møguleikan fyri eftirgjørdum gitnaði.
Í Føroyum er ein treyt fyri at fáa eftirgjørdan gitnað, at kvinnan ikki skal vera eldri enn 45 ár.
Tað niðara aldursmarkið á 18 ár er neyðugt út frá eini grundreglu um varsemi, soleiðis, at tey, ið lata seg kanna, eru betur før fyri at skilja kanningina og avleiðingarnar av úrslitunum.
Mett verður, at tilboðið um berarakanningar fer at kosta onkustaðni ímillum 1,3 og 1,4 milliónir um árið.
Kostnaðarmetingin byggir á, at í fyrstuni fara 750 fólk at lata seg kanna um árið
Men sum frá líður fer ein partur av barnsburðunum at stava frá pørum,
sum longu eru kannað og sostatt fer talið á nýggjum kanningum at minka, heldur landsstýriskvinnan.