Ongi úrslit

Nú hava vit søkt um limaskap

Áki Bertholdsen
20. november kl. 15:56

Í dag hevur Landsstýrið latið aðalskrivaranum í Heimshandilsfelagsskapinum, WTO, umsókn um sjálvstøðugan limaskap.

– Sostatt er hol sett á tilgongdina at fáa Føroyum sjálvstøðugan limaskap í hesum týdningarmikla, altjóða felagsskapi, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanlandsmálum.

Hon sigur, at talan er um eitt stórt stig fyri Føroyar, og tá ið komið verður á mál, fer tað at tryggja marknaðaratgongd fyri føroyskan útflutning á marknaðum um allan heim, sigur Sirið Stenberg.

Miðað verður eftir, at umsóknin verður viðgjørd á komandi WTO-ráðsfundinum í desembur, sigur hon.

– Eg havi eina vón um, at tað fer at bera til at koma á mál við hesum arbeiði innan trý ár, leggur Sirið Stenberg afturat.

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

17. desember kl. 10:30

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

17. desember kl. 16:27

Minningarorð: Kristina 1961-2025

19. desember kl. 16:14

Vit vóru noydd at siga nei

18. desember kl. 12:19

Eg lati ikki ein tekniskan feil steðga mær

21. desember kl. 14:37

Eitt demokrati í kreppu

20. desember kl. 18:48