Ongi úrslit

Nú fáa tey ungu í Tórshavnar kommunu størri ávirkan

Áki Bertholdsen
Í gjár kl. 13:44

Í heyst varð eitt eldraráð valt í Tórhavnar kommunu, men nú er ætlanin eisini at velja eitt ungdómsráð.
Valið verður í mars og tá skulu fimm limir, og fimm varalimir, veljast í eitt ungdímsráð.

Øll ung í kommununi, sum eru ímillum 16 og 25 ár tann 24. apríl, kunnu stilla upp.

Freistin at stilla upp, er týsdagin 10. februar og sjálvt valið er 10. til 24. mars. Men tað er sjálvandi treytað av, at nógv nógv stilla upp.

Tey, sum stilla upp, skulu hava fimm stillarar, sum skriva undir upp á at viðkomandi kann stilla upp. Eisini stillararnir skulu verða ímillum 16 og 25 ár tann 24. apríl.

Sjálvt valið fer fram talgilt á Vanganum, ella við brævatkvøðu í Snarskivuni. Men eru tað veljarar, har tað ikki ber til, kunnu teir boða Tórshavnar kommunu frá og so sleppa teir at brævatkvøða heima við hús, sigur býráðið.

Býráðið sigur, at fremsta uppgávan hjá ungdómsráðnum er at umboða ungdómin í spurningum, sum hava við ung at gera, og at vera millumlið ímillum tey ungu og býráðslimirnar.

Sostatt skal ungdómsráðið geva politikarunum ráð, innlit og vegleiðing, og at vera við til at tryggja, at hugsað verður um tey ungu, tá ið avgerðir verða tiknar. 

Harumframt skal ungdómsráðið í so stóran mun sum møguligt vera umboðað í arbeiðsbólkum og nevndum, ið eru viðkomandi fyri ungdómin.

Arbeiðið í ungdómsráðnum er sjálvboðið, men limirnir í ráðnum fáa fundarpengar eftir almennu reglunum.

Mest lisið hesa vikuna

Debatindlæg: Svar til Sjúrður Skaale

25. januar kl. 22:00

Tað er óneyðugt at fara uttanlands fyri at uppliva muslimskan ágang

26. januar kl. 10:32

22 milliónir krónur

27. januar kl. 18:21

Dekkar KvF yvir fólkadráp?

24. januar kl. 09:34

Nei til veðurlagslóg - lat okkum ikki gera sama brølara sum Europa

27. januar kl. 10:47

Hevur staðið tómur í nógv ár - og nú skal hann niðurleggjast

14 tímar síðan