Ongi úrslit

Nú fáa fólk betri møguleikar at kæra um viðgerðir í Heilsuverkinum

Áki Bertholdsen
9 tímar síðan

Nú fáa fólk betri møguleikar at kæra um viðgerðir í heilsuverkinum. Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum, sigur, at tað er endamálið við einum uppskoti, hon arbeiðir við at leggja fyri Løgtingið í næstum.

Í eini viðmerking til uppskotið sigur hon, at endamálið er at geva føroyingum møguleika fyri at kæra eina heila viðgerðargongd í føroyska heilsuverkinum.

Sostatt verða kærur viðgjørdar sum ein kæra um eina heila viðgerðargongd, og ikki sum nú, at kærur verða viðgjørdar sum ein kæra ímóti einum ávísum navngivnum heilsustarvsfólki.

Tað verður bara í serligum føri at ein kæra kann viðgerðast sum eitt mál ímóti navngivnum heilsustarvsfólki og tað er bara tá ið mett verður, viðkomandi hevur røkt sínar skyldur serliga illa.

Eftir lógini sum nú er í gildi, ber bara til at kæra eitt ávíst, navngivið, heilsustarvsfólk.

Sostatt er ber ikki til at kæra um eina heila viðgerðargongd í heilsuverkinum.

Hetta hevur í verki við sær, at fólk ið halda, at ein viðgerð ikki hevur verið nøktandi, hava ikki nakran veruligan kærumøguleika, tí tey verða noydd at kæra eitt einstakt heilsustarvsfólk, sigur landsstýriskvinnan í viðmerking til uppskotið.

Hon heldur, at í einum lítlum samfelagi sum okkara, kann hetta vera trupult, bæði fyri borgaran og heilsustarvsfólkið.

Eitt nú kann sjúklingurin hava tørv á framhaldandi viðgerð, og samstundis kann ein viðgerðargongd ofta fevna um fleiri hendingar, har tað ikki er greitt, akkurát hvør tað er, sum ikki hevur hildið sínar skyldur.

Samstundis kann skipanin vera ein vansi fyri heilsustarvsfólk, ið kunnu verða sett í eitt ringt ljós - uttan at kæran endar við átalu.

Samanumtikið verður mett, at verandi skipan er viðbrekin og ikki tænir sínum endamáli á nøktandi hátt, hvørki fyri sjúklingar, ella fyri heilsustarvsfólk, sigue Margit Stórá.

Mest lisið hesa vikuna

Tinglimir slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

20 tímar síðan

Samhaldsfesti við Bakkafrosti og Effo

23. desember kl. 17:40

Átta bilførarar tiknir á sama vegastrekki

27. desember kl. 09:48

Takk fyri jólaheilsan frá Sigrid Dalsgarð: Eysturlund – orkuskifti, arbeiðspláss og samfelagsábyrgd

24. desember kl. 08:43

Her eru 96 síður av góðum jólalesnaði

23. desember kl. 16:00

So lítlan - ella stóran - týdning hevur ríkisveitingin úr Danmark fyri Føroyar

25. desember kl. 12:10