Ongi úrslit

Nú fáa 65 listafólk betri umstøður at arbeiða

Áki Bertholdsen
16 tímar síðan

Nevndin í Mentanargrunni Landsins hevur gjørt av at lata starvsløn og íverksetanarstuðul til listaligt og mentanarligt arbeiði fyri í ár.

Mentanargrunnurin sigur, at hesa ferð vóru umsóknirnar sera góðar. Men úrslitið var, at hesar starvslønir vórðu lætnar:

• Barbaru í Gongini, listafólki, fær starvsløn í 12 mánaðir

• Annu Katrin Ø. Egilstrøð, tónaskald, fær starvsløn í 6 mánaðir

• Kim Simonsen, rithøvundur, fær starvsløn í 6 mánaðir

Harumframt fingu 58 umsøkjarar starvsløn í ein til fýra mánaðir.

Tilsamans fekk grunnurin 97 umsóknir, og søkt varð um starvsløn fyri slakar 25 milliónir.

Av hesum vóru 61 umsóknir játtaðar. tilsamans vórðu latnar 107 mánaðarlønir fyri tilsamans 4,5 milliónir. Umframt starvslønirnar, verða 15 prosent latin í eftirlønargjaldi.

Íverksetanarstuðul varð latin

• Hans Haldór Poulsen, tónleikur.

• Maibritt Marjunardóttir, listhandverk.

• Una Debess, tónleikur.

• Theodor Kapnas, tónleikur

Endamálið við íverksetanarstuðuli er at stuðla skapandi yrkislistafólkinum, serliga ungum listafólkum.

Íverksetanarstuðulin skal lætta um hjá evnaríkum listafólkum at koma víðari við teirra skapandi listaarbeiði.

Íverksetanarstuðulin er 75.000 krónur um árið.

Umsøkjarar til íverksetanarstuðul vóru 19 í tali, og nevndin gjørdi av at lata 4 umsøkjarum íverksetanarstuðul fyri tilsamans 300.000 krónur, sigur Mentanargrunnurin.

Mest lisið hesa vikuna

Debatindlæg: Svar til Sjúrður Skaale

25. januar kl. 22:00

Tað er óneyðugt at fara uttanlands fyri at uppliva muslimskan ágang

26. januar kl. 10:32

22 milliónir krónur

27. januar kl. 18:21

Dekkar KvF yvir fólkadráp?

24. januar kl. 09:34

Nei til veðurlagslóg - lat okkum ikki gera sama brølara sum Europa

27. januar kl. 10:47

Hevur staðið tómur í nógv ár - og nú skal hann niðurleggjast

14 tímar síðan