Nú er veturin av á hesum sinni

Nú verður veðrið meiri heimligt í langa tíð

Áki Bertholdsen
9. januar 2025 kl. 11:39

Nú hava vit havt kulda og kava í nógvar dagar, fyri ikki at siga vikur. Men nú um vikuskiftið skiftur veðrið av álvara.

Høvuðsorsøkin til kuldan og kavan seinastu tíðina er, at lágtrýstini hava fligið soleiðis, at vit hava fingið vind norðan eftir við nógvum kulda.

Men í morgin skiftur hann, tí nú fara lágtrýstini longur suður og tá fara vit aftur at fáa lágætt.   

Turið Laksá, veðurfrøðingur á Veðurstovu Føroya, sigur, at sostatt verður hann útsynningur í morgin, men tað verður lítil vindur í fyrstuni, undir fimm metrar um sekundið. Men um kvøldið veksur hann vindin eitt lítið sindur.

Men tað verður leygardagin, at tann lýggja luftin av álvara fer at merkjast, tí tá verður tað upp í átta stig, sum frálíður.

Og sum veðurforsgøgnin er nú, verður hetta veðrið í hvussu so er alla næstu viku. Tað vil siga, at vit fáa vind av útsynningi og suðuri og tað verður lýtt, heilt upp á 11 stig.

Turið Laksá sigur, at tað verður eisini nakað av vindi og ofta fylgir nógv avfall við slíkum veðri, so at vit skulu fyrireika okkum upp á heilt fitt av regni

Hon sigur, at hesa næstu tíðina skulu vit sostatt venja okkum við illfýsið veður við vindi og regni, samstundis sum at tað verður rættiliga lýtt.

Annars sigur Veðurstovan soleiðis um veðrið næstu dagarnar:

Fríggjadagur

Lítið lot av útsynningi, undir 5 m/s, skýggjað og kanska okkurt ælið. Um kvøldið og náttina lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður við vátakava. Hitin millum -3 og +4 stig.

Leygardagur

Lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og okkurt ælið. Um kvøldið og náttina snarar hann í sunnan. Hitin millum 0 og +5 stig, sum frálíður millum +3 og +8 stig.

Sunnudagur

Frískur vindur upp í hvassan vind sunnan, 10 til 15 m/s, skýggjað og ælaveður. Sum frálíður útsynningur. Hitin millum +5 og +10 stig.

Mánadagur

Frískur vindur upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, skýggjað og ælaveður. Hitin millum +7 og +11 stig.

Men, sum sagt, soleiðis sum veðrið verður sunnudagin og mánadagin, er væntandi, at tað fer at verða í fleiri dagar afturat.

 

--------------------------------------------------------------------------------------------------