Ongi úrslit

Nú er tað 30 prosent dýrari at fáa mat á borðið enn fyri fimm árum síðani

Tað er nógv dýrari at fylla sær handilskurvuna í dag enn fyri fimm árum síðani. Myndin er tilvildarlig
Áki Bertholdsen
22. desember 2025 kl. 12:25

Prísurin á mati heldur fram at hækka. Tað vísir seinasta uppgerðin hjá Hagstovuni.

Uppgerðun vísir, at í novembur kostaði at sløk fýra prosent meiri at fáa mat á borðið enn tað gjørdi fyri einum ári síðani.

Men Uppgerðin hjá Hagstovuni vísir eisini, at hesi seinastu fimm árini eru prísirnir á mati og drykkjuvørur hækkaðir yvir 30 prosent tilsamans.

Hetta seinasta árið eru tað serliga prísirnir á kaffi, te og kakao, sum eru hækkaðir, tí hesir vørubólkarnir eru dýrkaðir heili 22 prosent hetta seinasta árið.

Smør, margarin og oljur eru meir enn átta prosent dýrari nú enn fyri einum ári síðani.

Prísurin á kjøti er hækkaður næstan átta prosent hetta seinasta árið og tað er serliga neytakjøt og svínakjøt, sum er dýrkað mest.  

Prísvøksturin á frukt er næstan fýra prosent, meðan grønmeti er eitt gott prosent dýrari nú, enn tað var í november í fjør - men nú er frukt og grønmeti mvg frítt.

Mest lisið hesa vikuna

Hava funnið út av hví hús á Tvøroyri brunnu í grund

12. februar kl. 09:15

Her gera nógvir bilførarar sama feil - og tað kostaði koyrikortið

12. februar kl. 07:57

Nógvar grýlur í býnum í nátt - og summi uppførdu seg eisini sum grýlur

Í gjár kl. 09:29

Hevur vónir um rættvísi

10. februar kl. 17:15

Ein umbering

12. februar kl. 08:30

Útlendingar í Føroyum

11. februar kl. 07:37