Nú er óvist hvussu verður við dialýsu-viðgerðini á Suðuroyar Sjúkrahúsi

Tíðarætlanin fer í hvussu so er ikki at halda, sigur Landssjúkrahúsið

Dialýsutólini á Suðuroyar Sjúkrahúsi, eru akkurát útpakkað, og um eina viku eru tey klár - men tað verður ikki enn, at tey verða klár á Landssjúkrahúsinum og tí er alt eitt sindur óvist í løtuni
Áki Bertholdsen
12. september 2023 kl. 11:44

Ætlanin at fáa dialýsu-viðgerð á Suðuroyar Sjúkrahúsi, gongur ikki sum ætlað, og nú er eitt sindur óvist, hvussu tað verður.

Sum vit skrivaðu í áðni, verða hølini á Suðuroyar Sjúkrahúsi, sum skulu brúkast til endamálið, klár um eina viku.

Hinvegin er tað Landssjúkrahúsið, sum skal standa fyri at útvega starvsfólkini til viðgerðina. Og har gongur ikki heilt eftir vild. 

Dialýsu-viðgerðin í Suðuroy verður undir læknafakligari ábyrgd av serlæknum í nýrasjúkum á Landssjúkrahúsinum.

Og í summar søkti Landssjúkrahúsið eftir fýra sjúkrarøktarfrøðingum til at taka sær av dialýsuni á Suðuroyar Sjúkrahúsi. 

Men Fróði Jacobsen, samskiftisráðgevari á Landssjúkrahúsinum sigur, at tað eydnaðist ikki at seta størvini. 

Hann sigur ikki, hví tað ikki eydnaðist, um tað vóru tí at tað vóru ov fáir umsøkjarar, ella hvør orsøkin var.

Men hann sigur, at tí verður nú søkt av nýggjum, og tað verður sum skjótast at tað verður gjørt. Hann sigur, at tey hava framvegis góðar vónir um, at tað fer at eydnast at seta størvini, og tá ið skulu tey, sum verða sett, verða á Landssjúkrahúsinum í eina tíð at læra seg at geva dialysu - sjúkrarøkt. 

Samstundis skal ein mannagongd gerast fyri samstarvinum ímillum Suðuroyar Sjúkrahús og Landssjúkrahúsið í hesum sambandið fyri at tryggja, at dialýsu-viðgerðin á Suðuroyar Sjúkrahúsi er á sama fakliga stigi sum hon er á Landssjúkrahúsinum.

– Eftir ætlan skuldi dialysuviðgerðin byrja á Suðuroyar sjúkrahúsi í heyst, men nú tað ikki eydnaðist at seta størvini, fer hendan tíðarætlanin heldur ikki at halda, sigur samskiftisráðgevarin.

Men vónin er framvegis, at tað verður í hesum árinum, at farast kann undir dialýsu-vigerð á Suðuroyar Sjúkrahúsi, leggur hann afturat.

Tá ið tað er sett í verk, merkir tað, at teir suðuroyingar, sum hava tørv á dialýsu, sleppa undan at fara til Havnar fleiri ferðir um vikuna at fáa dialýsu á Landssjúkrahúsinum.

Men í ólavsøkurøðu síni segði løgmaður, at hetta merkir eisini, at ferðafólk, sum eru í Suðuroy, kunnu fáa dialýsu-viðgerð á Suðuroyar Sjúkrahúsi ístaðin fyri at hugsa um, at tey noyðast aftur til Havnar.