Ongi úrslit

Nú er lógin um Suðuroyartunnilin komin í gildi

Áki Bertholdsen
11 tímar síðan

Í farnu viku samtykti Løgtingið at fara undir at projektera Suðuroyartunnilin, og at bjóða arbeiðið út.

Og nú upp undir vikuskiftið varð lógin um Suðuroyartunnilin eisini lýst alment, so nú veit tunnilisfelagið nágreiniliga, hvat tey hava at halda seg til.

Í lógini stendur greitt, at tað er Tunnilsfelagið, sum er ábyrgdarhavandi byggiharri fyri Suðuroyartunnilin við tilhoyrandi tunnilskervum og vegakervum.

Og tað, sum tey skulu fyrireika og bjóða út, er í fyrsta lagi, eina farleið frá verandi vegi í Traðardali, eysturum Sandsvatn við vegum og møguligum tunli undir Traðarhamri, til undirsjóvartunnilin í Djúpadali, við íbinding í verandi vegir til Skálavíkar og Skarvanes.

Í øðrum lagi er tað undirsjóvartunnil úr Djúpadali til Sandvíkar, við teymi úr frá Suðuroyartunlinum til Skúvoyar,

Í triðja lagi er tað veg ímillum undirsjóvartunnilin í Sandvík og nýggja Sandvíkartunnilin og síðani eisini tunnil úr Sandvík til Hvalbiar.

Og at enda er tað veg ímillum nýggja Sandvíkartunnilin og landsvegin frá Hvalbiartunlinum.

Tað stendur eisini í lógini, at alt arbeiði í sambandi við linjuføringar, hvar arbeiðsøkini skulu vera, og hvat skal gerast við gróti, skal gerast í samstarvi við Umhvørvisstovuna.

Somuleiðis stendur í lógini, at farast kann ikki undir tunnilin fyrr enn Løgtingið hevur samtykt tað og Landsverk skal góðkenna verkætlanirnar, áðrenn arbeiðini verða boðin út, og tá ið arbeiðini eru liðug.

Harafturat skal Landsverk hava eftirliti við arbeiðnum.

Verður Suðuroyartunnilin gjørdur, verður tað framvegi Tunnilsfelagið, sum skal standa fyri at reka og halda hann, og tey fáa eisini heimild til at krevja bummgjald fyri at koyra ígjøgnum Suðuroyartunnilin.

Tað stendur eisini í lógini, at Landsstýrið kann ognartaka neyðugt lendi ella tilfar fyri at fremja verkætlanirnar, um so er, at semja ikki verður fingin við tey, sum hava rættindi yvir lendinum ella tilfarinum, og tað skal fult endurgjald latast fyri tað.

Í sambandi við arbeiðið, hevur Tunnilsfelagið skyldu til at útvega eina frágreiðing um avleiðingar fyri náttúru og umhvørvi, av verkætlanini.

Áðrenn farið verður undir verkætlanina skal Umhvørvisstovan eisini góðkenna úrslitið av hesi umhvørvismetingini.

Mest lisið hesa vikuna

Hon er ræðuliga vónbrotin og skelkað av Framsókn

24. februar kl. 22:17

Atkvøðuslúkur í Javnaðarflokkinum gevst í politikki

27. februar kl. 17:24

Atli er nýggi sambandsmaðurin á Toftum

26. februar kl. 17:31

Støðan er batna - men tað er langt eftir á mál

27. februar kl. 21:00

Hava klistrað ein reyðan seðil á fýra bilar

13 tímar síðan

Birgir Kruse ummælir

26. februar kl. 21:25