Ongi úrslit

Nú er Leivur í B36

Leivur Fossdal Guttesen hevur skrivað undir sáttmála við B36 fyri kappingarárini 2026 og 2027

B36
3 tímar síðan

B36 skrivar soleiðis, nú felagið hevur skrivað undir tvey ára sáttmála við Leivur Fossdal Guttesen:

Framrættaði spælarin fekk sína fótbóltsuppaling í HB, og sum ungdómsspælari var hann á øllum ungdómslandsliðunum. Hann royndi seg eitt tíðarskeið sum akademispælari í danska Sønderjyske, og eitt skifti var hann eisini á Argjum. Á sumri í fjør flutti hann inn á Toftir at spæla, og nú leggur Leivur leiðina aftur til Havnar. Hesaferð í B36-húsið.

- B36 er eitt stórt felag við ríkari søgu og stórum ætlanum. Hópurin, venjaratoymið og allar umstøður rundan um B36 eru á sera høgum støði, og eg var ongantíð í iva, tá eg fekk møguleikan at vera partur av B36, sigur hann.

Leivur er júst vorðin 24 ár. Seinastu vikuna hevur hann royndarvant í B36, og hann hevur funnið seg væl til rættis. Leivur hevur eisini verið við í venjingardystunum ímóti Skála og EB/Streymi.

- Eg haldi, at tað hevur eydnast B36 at sett saman ein sterkan og spennandi hóp við góðari javnvág millum royndar og ungar spælarar. Eg rokni við, at vit vera eitt kappingarført lið, sum fer at kappast har, sum tað er stuttligt at vera. Eg droymi í øllum førum stórt um kappingarárið 2026, sigur Leivur Fossdal Guttesen, sum fer at spæla við nummar 30 á rygginum í B36, skrivar B36.

Mest lisið hesa vikuna

Debatindlæg: Svar til Sjúrður Skaale

25. januar kl. 22:00

Tað er óneyðugt at fara uttanlands fyri at uppliva muslimskan ágang

26. januar kl. 10:32

22 milliónir krónur

27. januar kl. 18:21

Nei til veðurlagslóg - lat okkum ikki gera sama brølara sum Europa

27. januar kl. 10:47

Hevur staðið tómur í nógv ár - og nú skal hann niðurleggjast

29. januar kl. 11:41

Kona kendan reiðara fær gøtu uppkallaða eftir sær

29. januar kl. 16:06