Í eina tíð hevur tey í Sørvági arbeitt við at byggja eitt nýtt mentanarhús, sum eisini skal vera eitt sjóvinnusavn. Og nú er mentanarhúsið so liðugt, og seinnapartin sunnudagin verður tað tikið alment í nýtslu.
Mentanarhúsið og sjóvinnusavnið hevur fingið navnið, Messan, og endamálið við tí er at varðveita eitt gamalt træskip og at gera tað til ein part av einum sjóvinnusavni við orðum, myndum og framsýningum. Tey vóna, at tað fer at økja um tilvitanina hjá fólki um, hvønn týdning sjógvurin hevur sum okkara lívsgrundarlag.
– Savnið skal lýsa okkara sjóvinnusøgu frá árabáti til nýmótans skipaflota, siga tey í Sørvági.
Tey siga, at mentanarhøpi er savnið ætlað til ferðavinnuna, til skúlaflokkar, ítróttafeløg, áhugafeløg, arbeiðspláss, starvsfólkaútferðir, evnisdagar, og annað.
Men har skal eisini bera til at hava kvøldsetur, tónleikaframførslur, listaframsýningar og har skal eisini bera til at vísa film og sjónbond.
Tey vísa eisini á, at eisini rørslutarnað hava sera góðar umstøður í húsinum.
Mentanarhúsið er við bátahylin í Sørvági og í sambandi við, at tað verður tikið í nýtslu, verður eisini alment hátíðarhald frá klokkan 15.45 sunnudagin.
Har verður bæði tónleikur, sangur, røður og frágreiðingar, og tað ber eisini til hjá almenninginum at síggja húsið.
Báturin, tey hava í varðveitslu, er Marna. Niðan fyri er søgan hjá bátinum.
