Ongi úrslit

Nú er klárt at fara undir at umvæla hendan illa umstrídda bygningin

Áki Bertholdsen
1 tími síðan

Nú er klárt at fara undir at umvæla illa umstrídda H-Bygningin hjá Landssjúkrahúsinum.

Hóast hann er spildurnýggur, stendur næstan helvtin av honum framvegis tómur, tí hann lekur so illa, at har er ikki verandi.

Tí hava tey roknað seg fram til, at tað er neyðugt at játta heilar 32,8 milliónir afturat. til bygningin.

Og tað er so bráðneyðugt at gera tær umvælingarnar, at hóast løgtingsval er útskrivað, og Løgtingið farið til til, varð tað boðsent til eykafund í dag, at samtykkja, at játta tær 32,8 milliónirnar, sum krevjast fyri at umvæla skaðarnar, hann hevur fingið av lekunum, og so at hann kann takast í nýtslu.  

Eitt nú skal ein stórur partur av klædninginum skiftast, umframt fleiri vindeygu.

Fíggjarnevndin sigur frá Landsverki, at orsøkin til trupulleikarnar við lekum stavar frá ov vánaligum hondverki, ov vánaligum tilfari, ov vánaligum eftirliti, umframt av prosjekteringsfeilum.

Tað er full semja í Løgtinginum um at nú má bygningurin gerast liðugur og sostatt atkvøddu 28 tinglimir fyri og bara Jacob Vestergaard og Jørgin Niclasen, báðir úr Fólkaflokkinum, atkvøddu blankt.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur úr Fólkaflokkinum, Ingilín Didriksen Strøm úr Javnaðarflokkinum og Erling Eidesgaard úr Tjóðveldi, vóru ikki á fundi.

Nú er kostnaðurin fyri nýggja H-bygningin á Landssjúkrahúsinum komin upp á 834,5 milliónir krónur.

Tað eru tríggjar ferðir meiri enn upprunaliga ætlað, tí tá ið fyrsta skotið varð latið, varð upplýst, at hann fór at kosta 348 milliónir.

Tá varð eisini upplýst, at hann skuldi takast í nýtslu í 2019. Nú er ætlanin at taka allan bygningin í brúk seinast í ár.

Mest lisið hesa vikuna

Hon er ræðuliga vónbrotin og skelkað av Framsókn

24. februar kl. 22:17

Hava klistrað ein reyðan seðil á fýra bilar

Í gjár kl. 08:56

Atkvøðuslúkur í Javnaðarflokkinum gevst í politikki

27. februar kl. 17:24

Støðan er batna - men tað er langt eftir á mál

27. februar kl. 21:00

Atli er nýggi sambandsmaðurin á Toftum

26. februar kl. 17:31

Frá Ingilín Strøm til Ben Arabo. Javnaðarflokkurin skiftir kós

21 tímar síðan