Ongi úrslit

Nú eigur Danmark allar gullkrónurnar

Jóhan á Plógv Hansen átti heilt stóran leiklut, tá ið Danmark við finalusigri móti Týsklandi vann EM í hondbólti

Jóannes Hansen
13 tímar síðan

Danmark er europameistari í manshondbólti. Tað er greitt, eftir at Danmark í kvøld í Boxen í Herning vann finaluna móti Týsklandi 34-27. Hálvleiksstøðan var 18-16. Hetta er triðja ferðin, at Danmark er europameistari. Danmark vann eisini EM í 2008 og 2012.

Sigurin er søguligur á tann hátt, at Danmark nú er OL vinnari, HM vinnari og eisini EM vinnari.

Ein av teimum, sum hevur verið við til at vinna fýra HM heiti, OL gull og nú EM gull er føroyingurin Jóhan á Plógv Hansen. Í dag var hann sera sentralur í danska sigrinum. Jóhan var í byrjunaruppstillingini, hann var við í álopsspælinum mest sum allan fyrra hálvleik, og hann var næstbesti danski málskjúttin. Jóhan skoraði sjey mál. Trý vóru við brotskasti. Tað var bara Simon Pytlick, sum skoraði fleiri mál enn Jóhan á Plógv Hansen. Simon Pytlicck skoraði átta mál.

Í donskum miðlum verður sagt, at Jóhan á Plógv Hansen er ein av spælarunum, sum hevur ment seg mest í hesi kappingini og endaði sum ein av teimum mest eyðsýndu. Saman við fleiri liðfeløgum fær hann í onkrum av miðlunum hægst karakter fyri avrikið í finaluni.

Og skilagóði viðmerkjarin í TV2 Kasper Hvidt, sum í mong ár var besti málverjin hjá Danmark, sigur:

-Avrikið hjá Jóhan á Plógv Hansen minnir um eitt ævintýr. Í fjør var hann útskeldaður í Týsklandi. So flutti hann aftur til Danmarkar. Hann hevur av álvara fingið vind í seglini, og nú er hann millum teir eyðsýndu EM vinnararnar, sigur Kasper Hvidt.

Danmark var mest sum alla tíðina frammanfyri, men týskararnir sleptu ongantíð endanum, og tí var tað bæði undirhaldandi, gott spæl og stórur spenningur frá fyrsta bríksli og til síðsta bríksl. Heilt stóri spælarin á týska liðnum var málverjin Andreas Wolff. Undan fintaluni var hann kosin at vera besti málverjin, og í kvøld var hann heilt framúr góður. Í seinna hálvleiki var tað bara tí, at hann var so stinnur, at munurin á liðnum leingi var bara eitt og tvey og trý mál.

Tað er bara Frakland, sum áður hevur megnað at vera EM, HM og OL vinnari í einum.

Nú verður riggað til, at Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir fara at fáa handað gullkrónur. Seinni í kvøld verður veitsla í Herning, og seinnapartin í morgin verður móttøka á ráðhúsinum í Keypmannahavn.

 

Danmark – Týskland 34-27 (18-16)

Danmark: Emil Nielsen, Kevin Møller

Simon Pytlick 8, Jóhan á Plógv Hansen 7, Mathias Gidsel 6, Thomas Arnoldsen 6, Emil Jakobsen 3, Niclas Kirkeløkke 2, Magnus Saugstrup 1, Mads Hoxer 1, Magnus Landin, Rasmus Lauge, Mads Mensah, Lasse Andersson, Emil Bergholt, Mads Svane, Lasse Møller

Týskland Spath David, Wolff Andreas

Johannes Golla 5, Julian Köster 4, Nils Lichtlein 2, Renars Uscins 2, Matthes Langhoff 1, Juri Knorr, Lukas Zerbe 1, Franz Semper 1, Lukas Mertens 1,Miro Schluroff, Tom Kiesler, Rune Dahmke, Marko Grgic, Jannik Kohlbacher

Mest lisið hesa vikuna

Tað er óneyðugt at fara uttanlands fyri at uppliva muslimskan ágang

26. januar kl. 10:32

22 milliónir krónur

27. januar kl. 18:21

Rann niðan í fjøllini eftir ferðsluóhapp

18 tímar síðan

Hevur staðið tómur í nógv ár - og nú skal hann niðurleggjast

29. januar kl. 11:41

Nei til veðurlagslóg - lat okkum ikki gera sama brølara sum Europa

27. januar kl. 10:47

Kona kendan reiðara fær gøtu uppkallaða eftir sær

29. januar kl. 16:06