Ongi úrslit

NSÍ hevur fingið nýggjan málverja

Nýggi svenski málverjin, sum er 196 cm høgur, hevur fyri tað mesta spælt í 2. og 3. bestu svensku deildunum

NSÍ
2 tímar síðan

NSÍ hevur skrivað undir ein sáttmála við svenska málverjan Tom Amos. 28 ára gamli Tom hevur undirskrivað ein eitt ára sáttmála, ið er galdandi fyri kappingarárið 2026.

Tom hevur fingið sína fótbóltsuppaling í IFK Gøteborg, har hann leikti við U17 og U19 liðnum. Sum senior leikari hevur Tom fyrst og fremst spælt í svensku 2. og 3. bestu deildini, og hann hevur eisini leikt eitt ár í Hapoel Beer Sheva, ið spælir bestu deildini í Ísrael.

196 cm høgi svenskarin er ein sterkur málverji við góðari plasering, róligum avgerðum, tryggari handfaring, greiðum samskifti, støðugum avrikum og góðum uppspæli við fótunum.

Vit í NSÍ ynskja Tom hjartaliga vælkomnan í felagið!

Mest lisið hesa vikuna

Hava funnið út av hví hús á Tvøroyri brunnu í grund

12. februar kl. 09:15

Nógvar grýlur í býnum í nátt - og summi uppførdu seg eisini sum grýlur

Í gjár kl. 09:29

Her gera nógvir bilførarar sama feil - og tað kostaði koyrikortið

12. februar kl. 07:57

Ein umbering

12. februar kl. 08:30

Hevur vónir um rættvísi

10. februar kl. 17:15

Útlendingar í Føroyum

11. februar kl. 07:37