Ongi úrslit

Noktaðu sølustaði at selja fýrverk

Áki Bertholdsen
3 tímar síðan

Hetta er tíðin, tá ið tað er loyvt at selja og keypa fýrverk. Men tað eru rættiliga strong krøv til tey, sum selja fýrverk, bæði til sjálva søluna, til goymsluna, og annað.

Og í gjár var løgreglan á fleiri støðum, har tey seldu fýrverk, og tað vóru tað saman við Brunaeftirlitinum.

Løgreglan sigur, at úrslitið var, at ein fýrverkssøla varð lukkað, tí har vóru viðurskiftini ikki eftir bókini.

Tey, sum hava ábyrgdina av sølustaðnum hava fingið boð um at fáa viðurskiftini í rættlag. Tá ið tað er hent, skal Brunaeftirlitið hava boð um tað og ikki fyrr enn sølustaðið er góðkent, kunnu tey aftur fara undir at selja fýrverk.

Løgreglan sigur, at tey fara aftur á eftirlitsvitjanir um alt landið í dag.

Løgreglan sigur, at annars hevur vikuskiftið verið stak friðarligt.

Mest lisið hesa vikuna

Tinglimir slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

12 tímar síðan

Samhaldsfesti við Bakkafrosti og Effo

23. desember kl. 17:40

Átta bilførarar tiknir á sama vegastrekki

27. desember kl. 09:48

Takk fyri jólaheilsan frá Sigrid Dalsgarð: Eysturlund – orkuskifti, arbeiðspláss og samfelagsábyrgd

24. desember kl. 08:43

Her eru 96 síður av góðum jólalesnaði

23. desember kl. 16:00

So lítlan - ella stóran - týdning hevur ríkisveitingin úr Danmark fyri Føroyar

25. desember kl. 12:10