Ongi úrslit

Nógv meiri skattur í Havn og Klaksvík og Runavík

Tríggjar tær størstu kommunurnar fingu í fjør 112,8 mió meiri í skatti í fjør enn í 2024

Jonhard Hammer
5. januar kl. 21:04

Samlaða skattainntøkurnar hjá kommununum vóru í fjør 176.378.122 krónur størri í fjør, enn tær vóru í 2024. Vøksturin svarar til 7 prosent.

Í krónum var vøksturin nógv størstur í høvuðsstaðarkommununi. Tað runnu 68.572.959 krónur fleiri í skatti í kommunukassan í Tórshavnar kommunu í fjør, enn tað gjørdu í 2024. Vøksturin var 6,43 prosent.

Í Klaksvíkar kommunu var vøksturin 25.382.903 krónur. Vøksturin í kommunu skattinum í Klaksvík var 9,45 prosent.

Í Runavíkar kommunu var vøksturin í kommunuskattinum 18.830.869 krónur. Í Runavíkar kommunu var lutfalsligi vøksturin 8,81 prosent.

Mest lisið hesa vikuna

Skumpaður umkoll av kongaligum lívverja

1. januar kl. 20:51

At verja Føroyar móti islamismuni er ein moralsk skylda

5. januar kl. 20:11

Vil hava at vita um løgmaður vil forða fyri at vit fáa eina mosku í Føroyum

5. januar kl. 00:30

Moské? moské ikke?

2. januar kl. 19:00

Árið, ið fór - í Gasa og Ísrael (fyrri partur)

1. januar kl. 10:06

Hvør skal ráða, um vit ikki skulu hava fólkaræði

4. januar kl. 21:19