Ongi úrslit

Alsamt fleiri føroyingar búgva einsamallir

Tað eru nógv húski í landinum - men í nógv teimum flestu eru eingi børn. Myndin er yvir havnina og hon er frá Umhvørvisstovuni
Áki Bertholdsen
20. august kl. 13:00

Fyrsta juli vóru 19.718 húski í Føroyum. Tað er 111 fleiri enn við ársbyrjan.

Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni.

Í sama tíðarskeiði er fólkatalið vaksið 448 fólk.

Uppgerðin vísir eisini, at tann størsti bólkurin av húskjum, eru húski, har tað bara býr eitt fólk.

Tað er nevniliga í meiri enn í fjórða hvørjum húski, ella í 27 prosent av øllum húskjunum í landinum, at tað bara býr eitt fólk.

Hetta er eisini tann bólkurin, sum er vaksin mest hesi seinastu árini, tí hann er er vaksin heili 33 prosent upp á fá ár.

Næststørsti húskisbólkur, sum er næstan líka stórur, eru húski har tað bara búgva tvey vaksin. 

Fyrsta juli vóru tað 4.882 húski, har tað bara búgva tvey vaksin, sum svarar til ein fjórðing av øllum húskjunum. 

Hesir báðir húskisbólkar eru sostatt yvir helvtina av øllum húskjum.

Men sum heild vísir uppgerðin, at í tveimum triðingum av øllum húskjum í landinum, eru eingi børn.

Tað sæst eisini á myndini niðan fyri, at tað er bara í einum øki, at tað eru færri húski nú enn fyri einum ári síðani - og tað er í Suðuroy.

Á myndini niðan fyri er talið á húskjum fyri einum ári síðani, og høgrumegin er tali á húskjum í juli í ár.

Mest lisið hesa vikuna

Heldur KVF, tað er í lagi at gera gjøldur burtur úr menningartarnaðum?

Í gjár kl. 23:58

So gekk tað tíverri ikki longur

31. oktober kl. 20:15

Kunning um Suðuroyartunnilin

2. november kl. 18:58

Menn í masku steðgaðu metro í Keypmannahavn

3. november kl. 21:20

Landsbankastjórin: Hava ikki ráð til Suðuroyarleiðina og Suðuroynna!?

2. november kl. 13:59

Heldur hægri barnafrádrátt enn bíligari frukt, grønmeti og blæur

Í gjár kl. 11:09