NM 2024 í olympiskari vektlyfting verður í næstu viku

Kappingin verður fríggjadagin og leygardagin í Bylgjuni í Runavík

Føroya Styrkisamband
7. oktober 2024 kl. 15:15

Fríggjadagin 18. oktober kl 15:00 og leygardagin 19. oktober kl 10:30 kappast bestu vektlyftararnir í norðurlondum í Bylgjuni í Runavík við norðurlendsku meistarastevnuna 2024.

ÓKEYPIS ATGONGD
Kappingin byrjar fríggjadagin 18. oktober kl 15:00, tá kappast vektflokkarnir -55 kg (k), -64 kg (k), -73kg (m) og 81 kg (m).

Leygardagin 19. oktober byrjar kappingin kl 10:30: -71 kg (k), -81 kg (k), +81 kg (k), -89 kg (m), -96 kg (m), -102 kg (m) og +102 kg (m).

ÓKEYPIS ATGONGD. So kom og hygg eftir olympiskari vektlyfting á hægsta stigi. Og stuðla føroysku vektlyftarunum. .

NM er skipað saman við Runavíkar kommunu, skrivar Føroya Styrkisamband.