Ongi úrslit

NATO og ES eru í kríggj ímóti Russlandi

Kreppan í Ukraina er provokerað av felags vesturheiminum, sigur Setgey Lavrov

© Evgenia Novozhenina
Jóhanna Højgaard
26. sepember kl. 20:00

Russiski uttanríkisráðharrin, Sergey Lavrov segði hósdagin, at NATO og Evropeiska Samveldið føra kríggj móti Russlandi við at brúka Ukraina sum proxy-amboð. Eisini meinar hann at tey beinleiðis luttaka í ósemjuni.

Viðmerkingarnar hjá Lavrov fylgja endurtøkum av pástandum hjá Kreml um, at vesturlendski hernaðarligi og fíggjarligi stuðulin til Ukraina, svarar til beinleiðis fíggindaskap móti Russlandi.

Á einum fundi áðrenn aðalfundin hjá ST hósdagin, úttalaði hann seg eisini um evnið

- Eitt greitt dømi er kreppan í Ukraina, sum er provokerað av felags vesturheiminum, sum NATO og Evropeiska Samveldið vilja lýsa, og í roynd og veru longu hava lýst, eitt veruligt kríggj móti mínum landi, og tey luttaka beinleiðis í tí, segði hann tá.

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

17. desember kl. 10:30

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

17. desember kl. 16:27

Minningarorð: Kristina 1961-2025

19. desember kl. 16:14

Vit vóru noydd at siga nei

18. desember kl. 12:19

Eg lati ikki ein tekniskan feil steðga mær

21. desember kl. 14:37

Eitt demokrati í kreppu

20. desember kl. 18:48