– Hesin nátaungin, sum varð tikin í Norðoyggjum í gjár, hevði 27 biofiltur frá laksavinnuni í maganum. Leingi livið alivinnan, ein sólskinssøga, sum altið fer at branda Føroyar sum eitt av mest dálkandi londunum í nýggjari tíð, skrivar Marita Gulklett á sínum Facebook-vanga.
Hetta hevur fingið fleiri føroyingar til knappaborðið, og viðmerkingarnar undir myndini tala sína egnu søk.
“Líkist svartasta ongum! Nú má alivinnan taka seg saman, áðrenn alt havið verður ein køstur”, skrivar ein brúkari.
Marita Gulkett svarar hesum Facebook-brúkaranum aftur, har hon sigur, at havið kring Føroyar er ein køstur.
“Tey skuldu skamma seg í laksavinnuni!”, skrivar ein annar.
“Klaktur um mánaðarskiftið juni/juli. Eitt biofiltur annan hvønn dag í miðal. Huff, huff!”, skrivar ein triði Facebook-brúkari.
Umhvørvisstovan kannaði smoltstøðir
Í 2019 setti Umhvørvisstovan kanning í verk, fyri at fáa greiðu á, hvussu plast til biofiltur verður handfarið og flutt, og hvussu byrgt verður fyri, at hesi sleppa út í umhvørvið.
Umhvørvisstovan kom millum annað fram til, at eitt alifelag hevði sett sekkir við brúktum filturlutum á eitt øki í Miðvági fyri nøkrum árum síðani, har hol var komið á onkran av sekkjunum. Tá syrgdi hetta alifelagið fyri, at økið bleiv ruddað.
Eisini fann Umhvørvisstovan fram til eina aðra hending í Skálafirði, tá hópur av biofiltrum vórðu funnin fram við sjóvarmálanum, har Umhvørvisstovan metti, at eitt óhapp var hent, tá ein størri nøgd av hesum lutum eru goymdir, fluttir ella á annan hátt handfarnir, skrivaði Umhvørvisstovan afturi í 2019.