Ongi úrslit

Mumbai Maersk rent á land

Ovurstóra bingjuskipið rendi á land í gjár á veg til Rotterdam. Fyrsta royndin at fáa skipið leyst miseydnaðist, men roynt verður aftur seinni í dag

Steinar Patursson
3. februar 2022 kl. 12:06

Stóra bingjuskipið Mumbai Maersk hevur rent á land í Norðsjónum.

Tað sigur týski miðilin NDR, og Maersk hevur váttað boðini á Twitter.

Mumbai Maersk, sum er 399 metrar langt og 59 metrar breitt, var á veg úr Bremerhaven í Týsklandi til Rotterdam í Hollandi, tá tað í gjárkvøldið sigldi á land uttan fyri oynna Wangerooge.

Fyrsta royndin at fáa skipið leyst aftur eydnaðist ikki, men Maersk hevur gjørt eina avtalu við eitt bjargingarfelag, og á Twitter sigur Maersk, at fleiri sleipibátar koma at hjálpa seinni í dag.

Ein talsmaður fyri bjargingarfelagið sigur sambært TV2, at eingin roynd verður gjørd aftur fyrr enn kl. 13, tí neyðugt er at bíða eftir flóð, áðrenn ovurstóra skipið kann sleipast leyst.

Mumbai Maersk lastar 19630 TEU. TEU merkir Twenty Equipment Unit, sum við øðrum orðum er ein 20 fóts bingja. Til samanberginar kann nevnast, at Tukuma Arctica lastar 2150 TEU.

Mest lisið hesa vikuna

Tjóvur avdúkaður tí hann seldi tjóvagóðs á Facebook

Í gjár kl. 07:46

Tá ein standmynd dettur – vaknar moralurin knappliga?

2. mai kl. 19:00

Vit byggja einki land við at hálsfevna eitt fámannaveldi

3. mai kl. 11:41

Ætlanin hjá samgonguni er sum at pissa í buks

30. apríl kl. 10:18

Trý fólk tikin fyri harðskap

3. mai kl. 09:17

Heiðrað fyri at taka eitt ódnartak

2. mai kl. 09:06