Ongi úrslit

Mugu hugsa stórt fyri at klára okkum væl

Vit mugu trúgva upp á, at tað ber til – eisini tað, sum ikki skuldi borið til, sigur Eyðun Klakstein, venjari hjá manslandsliðnum, sum í 2025 hevði besta árið nakrantíð

Jonhard Hammer
5. januar kl. 22:01

Hvussu hevur fyrsta heila árið hjá tær sum landsliðsvenjari verið? – Fyrst og fremst er tað stór ábyrgd at vera landsliðsvenjari. Eg hevði ongantíð hugsað tankan, at eg skuldi verða landsliðsvenjari, og knappliga stóð eg mitt í tí. Soleiðis kann tað ganga. Hetta fyrsta árið hevur verið sera spennandi og hugaligt. Tað hevur verið ein fragd at arbeiða saman við teimum bestu føroysku fótbóltsspælarunum, og tað er stórur heiður at umboða Føroyar á hægsta altjóða stigi.

Úrslitini hjá landsliðnum hava verið óvanliga góð í ár. Hvussu ber tað til? –  Hugburðurin og avrikini hjá spælarunum hava verið grundarlagið undir góðu gongdini. Spælararnir hava verið sera ídnir, nærlagdir og djarvir, og tá ið avrikini hvørja ferð eru góð, hevur tú eisini ein kjans at fáa úrslit. Tankin er, at vit skulu avrika væl í hvørjum einasta dysti, tí tá hevur tú ofta ein kjans at fáa nakað burturúr. Tá ið dystirnir verða javnir, hevur tú møguleika at koppa úrslitið til tín fyrimun, og tað lukkaðist fleiri ferðir.

Hvør var besta hendingin í 2025? – Landsliðsvikan í oktober var nakað heilt serligt. Vit spældu tveir dystir á heimavølli ímóti londum, sum vórðu roknað at vera væl sterkari enn Føroyar, og vit vunnu báðar dystirnar. 4-0 sigurin á Montenegro er størsti føroyski sigurin í einari undankapping, og 2-1 sigurin á Kekkia er eitt av bestu úrslitunum hjá Føroyum. Alt hetta hendi innanfyri fýra dagar. Føroyar hava mangan staðið seg væl á heimavølli, tá ið umstøðurnar eru heimligar og kendar, og stuðulin frá áskoðarunum er góður, og aftur hesaferð sóu vit, at vit kunnu avrika nakað serligt, tá ið alt gongur upp í hægri eind.

Hvat var størsta vónbrotið? – Vit vóru vónbrotnir, tá ið vit taptu báðar dystirnar í mars. Útidystirnir ímóti Kekkia og Montenegro vóru tættir, og vit taptu báðar við máli ímóti endanum á dystinum. Vit iðraðu okkum enn meira um tey úrslitini, tá ið vit seinni í árinum vunnu fleiri dystir og høvdu møguleika at koma víðari frá bólkinum.

Hvør var tann mest krevjandi løtan? –  Eftir at vit høvdu tapt báðar HM-dystirnar í mars og ein venjingardyst ímóti Georgia í juni, spældu vit á heimavølli ímóti Gibraltar. Vit vóru favorittar, og kravið var, at vit skuldu vinna dystin. Í hálvleikinum var Gibraltar á odda 1-0, og tá ráddi um at vera kaldur og umhugsin, tí dysturin skuldi vendast í seinna hálvleiki. Eg eri fegin um, at vit hildu fast um okkara leikhátt, løgdu eina góða ætlan, gjørdu nakrar góðar broytingar í seinna hálvleiki og vunnu dystin. Tað styrkti grundarlagið undir liðnum og var ein týðandi orsøk til góðu avrikini í heyst.

Hvussu eru útlitini fyri 2026? – Næsta ár verður nakað øðrvísi enn hetta árið. Vit koma ikki at spæla týðandi dystir aftur fyrr enn næsta heyst. Í mars og juni verða venjingardystir, og síðani spæla vit seks dystir í Nations League kappingini innan fyri átta vikur í september, oktober og november. Tá verður tað rættiliga intenst, og fyri okkum ræður um at vera væl fyri júst tá. Venjingardystirnir skulu sjálvandi brúkast til at menna liðið og betra okkum, so at vit kunnu fáa góð avrik og úrslit í Nations League. Hetta árið var framúr, og vit vilja byggja uppá tað og eisini fáa góð úrslit næsta ár.

Føroyar fingu nógv umrøðu í heyst. Hvussu upplivdi tú tað? –  Eftir sigrarnar á Montenegro og Kekkia var áhugin fyri landsliðnum og Føroyum sera stórur, og nógv vildu vita, hvussu tað kundi bera til at fáa hesi úrslit. Eisini skrivaðu nógvir miðlar um landsliðið og Føroyar upp undir seinasta dystin, sum var ímóti Kroatia, tí vit høvdu møguleika at spæla okkum til røkkstøkkdystirnar. Umrøðan av landsliðnum endar ofta við, at tey skriva um, hvat gerandisstarv landsliðsspælararnir hava, hvussu lítlar Føroyar eru, hvussu nógvir seyðir eru í Føroyum, og tað kann vera eitt sindur strævið. Men aðrastaðni skilji tey heilt einfalt ikki, at spælarar úr einum so lítlum landi kunnu fáa slík úrslit. Tá ið eg verði spurdur um tað, svari eg teimum, at føroyskir fótbóltsspælarar bera seg at sum professionell ítróttafólk og hava óvanliga góðan hugburð og stríðsvilja, og tí standa vit okkum væl.

Hvat hevur tú lært av 2025? –  Skalt tú klára teg væl, mást tú tora at seta tær stór mál og arbeiða miðvíst fram ímóti teimum. Vit mugu trúgva upp á, at tað ber til –  eisini tað, sum ikki skuldi borið til.

Mest lisið hesa vikuna

Skumpaður umkoll av kongaligum lívverja

1. januar kl. 20:51

At verja Føroyar móti islamismuni er ein moralsk skylda

5. januar kl. 20:11

Vil hava at vita um løgmaður vil forða fyri at vit fáa eina mosku í Føroyum

5. januar kl. 00:30

Moské? moské ikke?

2. januar kl. 19:00

Árið, ið fór - í Gasa og Ísrael (fyrri partur)

1. januar kl. 10:06

Hvør skal ráða, um vit ikki skulu hava fólkaræði

4. januar kl. 21:19