Filmsfelagið:
Nú er Mikkel Serup (f.1973) leikstjóri. Hann hevur fyrr gjørt Kastanjemanden og Forbrydelsen.
Mørkeland, ið kom út sum bók í 2019, er um, hvussu fólkaræðið hevur tað beint nú, siga donsku filmsframleiðararnir.
Hendingarnar byggja eins og í undanfarna føri á skaldsøgu hjá journalistinum Niels Krause-Kjær (f.1963), sum síðan 2014 hevur verið vertur á Deadline.
Í filminum síggja vit aftur Anders W. Berthelsen í høvuðsleiklutinum sum journalisturin Ulrik Torp og starvsfelagan Henrik Moll (Nicolas Bro), sum nú er blaðstjóri á Dagbladet.
Moll sendir Torp í Innanríkismálaráðið, har ein ungur fulltrúi er myrdur.
Sum Torp arbeiðir seg gjøgnum drápsmálið, kemur hann eftir, at hendingarnar føra hann beint í føvningin á eini politiskari samansvørjing, ið skeiklar sjálvt grundarlagið undir samfelagnum, sum vit kenna tað. Men tey einastu, ið vilja lurta eftir gravandi krimijournalistinum, eru ungu fólkini, Emma (Mathilde Arcel) og Simon (Patrick A. Hansen), sum eru í starvsvenjing á Dagbladet.
Við í Mørkeland er eisini føroyska Sofia Nolsøe Mikkelsen sum Katrine Tabor-Nielsen. Hon er við í No Rest for the Wicked, sum verður upptikin kring landið beint nú. Leikararnir og upptøkuliðið verða við til sýningina í Filmsfelagnum leygarkvøldið.
Leggið til merkis, at sýningin við Mørkeland er leygarkvøld.