Bónuskappingin, menn:
Fleyr – Mjølnir 2-3 (25-13, 17-25, 21-25, 25-23, 15-17)
Í Bónus steypakappingini hjá monnum spældi Mjølnir í gjár við eld, tá ið Fleyr fekk dystarbólt í fimta setti, men Mjølnir hóraði undan og vann loksins javnbrótaran 17-15.
Var tað hinvegin Fleyr, sum vann javnbróraran, hevði Mjølnir endað á fjórðaplássinum, og hevði tí skula spælt hálvfinalu ímóti føroyameistaranum SÍ, sum hevur vunnið bólkin. Men enn er ikki sloppið hjá Mjølni, tí vinnur Fleyr sær eitt stig í síðsta dystinum ímóti SÍ í morgin, fer Fleyr framum Mjølnir og skal so møta ÍF í hálvfinaluni. Skipanin er, at nr. 1 og 4 møtast í aðrari hálvfinaluni og nr. 2 og 3 í hinari.
Í javnbrótaranum í gjár legði Fleyr betur fyri og legði seg á odda 7-4 og 11-7, men eftir leikbrá vann Mjølnir fimm stig á rað fór framum 12-11 og fekk eisini dystarbólt við støðina 14-12. Men við trimum á rað til Fleyr fingu havnarmenn brádliga dystarbólt við støðuna 15-14, sum teir tó ikki gagnnýttu, tí klaksvíkingar vunnu teir næstu tríggjar bóltarnar og settið 17-15. Vuc Ilic gjørdi tað til 16-15 við risablokki, áðenn síðsta smassjið hjá Fleyr fór út av vøllinum, so at Mjølnir vann dystin.
Støðan í bónuskappingini:
Nr. | Lið | Dystir | Settmunur | Stig |
1 | SÍ | 3 | 8 | 9 |
2 | ÍF | 4 | 4 | 8 |
3 | Mjølnir | 4 | -2 | 5 |
4 | Fleyr | 3 | 0 | 4 |
5 | Ternan | 4 | -10 | 1 |
Ein dystur restar í í bólkaspælinum: Fleyr - SÍ, sum verður spældur í morgin kl. 19.
Hálvfinalurnar verða spældar í Kollafirði leygardagin 18. apríl, og finalurnar við Tjarnir leygardagin 25. apríl.